Rioch skal venja Jón Róa

AaB hevur loksins gjørt av, hvør nýggi venjarin hjá donsku meistarunum verður. Ikki óvæntað fall valið á Bruce Rioch, sum fram til í fjør var venjari hjá OB. Og við hesum hevur AaB fingið ein sera royndan venjara. Sum spælari var hann eitt skifti fastur partur av skotska landsliðnum, og sum venjari hevur hann staðið á odda fyri Arsenal, har hann tók við eftir at George Graham gjørdist partur av muturgølu.