Risarnir komnir

Kappingarneytarnir hjá Regini í kappingini um at gerast Atlantsrisin eru nú komnir til Føroya´.

Teir átta sterku menninir, sum um leygardagin fara at kappast um at gerast Atlantsrisin, fara í dag at hyggja seg eitt sindur um í høvuðsstaðnum, og eisini fær almenningurin høvi at heilsa upp á teir.


Risin hittir risar

Tað er høvuðsstuðulin hjá Regini Vágadal, Formula.fo, sum skipar fyri nøkrum tiltøkum, og eisini almenningurin fær møguleika at heilsa upp á stóru menninar.

Kl. 13.00 í dag fara sterku menninir á internet-caféina, Orbit, har teir fara at hugna sær í okkur tum ein tíma.

Av Formula.fo verður sagt, at øll sjálvandi eru væl komin inn á gólvið at vitja, men at stóru menninir siga seg vilja hava frið hesa løtuna. Teir vilja nevnliga nýta høvið til at kappast móti hvørjum øðrum í telduspølum, heldur enn at vita, hvør kann lyfta tyngstu lutirnar.


Alment í SMS

Eftir at teir soleiðis hava kappast eina løtu, verður farið niðan í SMS, har teir verða at síggja í 3-arin electronics.

Her verður sjálvandi opið hús, og fólk fáa høvi til at práta við risarnar, umframt at autografskriving sjálvandi eisini verður á skránni.


Hjálpa Regini

Eftir at teir í ein tíma hava verið í SMS, fara teir so at gera seg til, at fara á flot.

Talan er um eina útferð við Norðlýsinum, soleiðis at luttkararnir eisini fáa høvi til at síggja ein part av Føroyum og stórslignu náttúru okkara.

Allarhelst vóna luttakararnir, at veðrið verður gott meðan útferðin er, men á Formula.fo siga tey, at tað bilar kanska einki, um tað er eitt sindur sjaskut. Hetta halda tey nevnliga kann verða Regini til fyrimuns.

Regin er jú skipari, og hevur eisini siglt við Grønland, so verður talan um sjóverk av onkrum slag, verður hetta helst til fyrimuns fyri Regin.