Rithøvundar biðja um hjálp

Tað er strævið at vera rithøvundur í Grønlandi í hesum tíðum, og á einari høvundaráðstevnu í Katuaq um vikuskiftið samdust luttakararnir um at biðja heimastýrið um hjálp. Vil tað almenna ikki hjálpa, kann tað fáa álvarssamar avleiðingar fyri framtíðina hjá tí grønlendska málinum, sigur aðalskrivarin í rithøvundafelagnum, Peter Frederik Rosing, við kringvarpið KNR.

Umstøðurnar hjá høvundunum eru nógv versnaðar, síðani forlagið Atuakkiorfik fór á húsagang. Harafturat er tað torført at selja bøkur, tí at bókhandlarnir eru bara tríggir, sigur hann.