Tvey donsk rithøvundafeløg, Dansk forfatterforening og Danske skønlitterære Forfattere, leggja nú sak ímóti kringvarpinum DR. Feløgini vilja vera við, at kringvarpið skyldar høvundum 2,7 milliónir krónur sum samsýning fyri skaldskap, sum er lisin upp á bókmentarásini í DAB-útvarpinum. Kringvarpið hevur boðið teimum báðum feløgunum 40.000 krónur í part, men tað halda feløgini vera heilt burtur úr vón og viti. Tey krevja 2,7 milliónir krónur.