Leygardagin 1. apríl kl. 14 og 18 vera tær árligu fimleikaframsýningarnar hjá Fimleikafelagnum Ljósinum í høllini á Hálsi. Eins og undanfarin ár er tann fyrra sýningin við yngru liðum felagsins, meðan tey eldru sýna fram seinni. Tó er tað so, at úrvalsliðini sýna fram á báðum sýningunum. Genturnar, ið fyri góðari viku síðan kappaðust í estetiskum í Estlandi, vera við, og amboðsgenturnar, ið fyri mánaði síðan vóru á venjingarlegu í Nakskov, somuleiðis. Her kunnu vit líka skoyta uppí, at tvær teirra eru úttiknar til NM-kapping í Íslandi, ið verður um eina góða viku.
Føðingardagsár
Felagið fylti 30 ár í heyst og hevur havt ymisk tiltøk á skránni, t.d. eitt stórt barna- og familjutiltak í badmintonhøllini í novemburmánaði, og gallasýningar í Norðurlandahúsinum í februar. Onkur innsløg frá gallatiltakinum vera eisini at síggja leygardagin.
Annars verður framsýningin sum hon plagar, og aftur í ár verður tað við glæmuljósið, ið gevur løtuni ein hátíðarligan dám. Sum nakað nýtt í allari siðvenjuni hevur felagið í ár eitt lið fyri børn við serligum tørvi, og vera Loppurnar, sum vit rópa tey, sjálvsagt við á framsýningini.
Tær vældámdu og nógv eftirspurdu stuttermaðu blusurnar við Ljósið-merkinum á bringuni, ið vit ætlaðu skuldu fáast til keypa alt føðingardagsárið, eru endiliga komnar, og eru til sølu í høllini á Hálsi hendan dagin.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Framtíðin og tann lovaða høllin
Nú vit repa seglini fyri hesaferð fegnast við um, at hallamálið gongur sína gongd, og at Býráðið arbeiðir við sakini. Hesaferð tykjast fólk meina tað av álvara.