Roberto Carlos ávegis til Turkalands

Kviki vinstribakkurin hjá Real Madrid, Roberto Carlos, er tætt við ein sáttmála við turkiska Fenerbache. Roberto Carlos hevur ikki verið fastur maður á liðnum seinastu tíðina, og hann sigur sjálvur, at hann skyldar Real Madrid, at hann finnur sær eitt nýtt felag. Turkiska stórfelagið hevur longu víst áhuga, og alt bendir á, at tað verður komandi felagið hjá lítla brasiliumanninum.

 

Roberto Carlos, sum fyllur 34 ár tann 10. apríl, hevur leikt í Real Madrid síðan 1996. Hann náddi at leika 125 dystir fyri brasilienska landsliðið, áðrenn hann í fjør segði seg ikki orka landsliðsfótbólt longur.