Robottur ella røktari

Nógv størv detta burtur, tá tøknin mennist. Tað var eisini ætlanin við tøknini, at hon skuldi hjálpa menniskjanum. Á einum øki fara vit kortini ongantíð at ynskja, at menniskjað verður skift út við robottskipanir – og tað er vælferðarøki.

 

Tað skal sjálvandi brúkast nýggjasta tøkni í vælferðarstørvum, - til at lyfta, flyta og nógv annað. Men menniskja kann ikki skiftast út í hesum størvum.

 

 

 

Starvsfólkini á m.a. dagstovnum, í heilsuverki, á serøki, á eldrøkinum eru okkara bulur - hesi eru tey, sum tryggja, at samfelagshjól okkara mala - tað sóu vit meira enn nakrantíð í koronatíðini.

 

 

 

Tá námsfrøðingar og sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall seinast, gjørdu tey tað taktiskt rætta, at vísa okkum, hvar ið tað er allarmest tørvur á teimum – har sum samfelagið fær størst pínu, um starvsfólkini eru trýst út um mark. Fólk ilskaðust og tosaðu um vantandi moral, etikk og samfelagsinni. Tá eg so spyrji hesi somu fólk, um tey fara at viðmæla sínum børnum at søkja um útbúgving innan hesi fakøki, so er svarið: “Nei, sjálvandi ikki, tí eg vil, at míni børn skulu kunna klára seg fíggjarliga – tey skulu kunna klára seg sjálvstøðugt, uttan samfelagsveitingar”.

 

 

 

Vit vilja øll klára okkum uttan samfelagsveitingar, tilvildarligar skattalættar ella hjálparpakkar. Tískil skulu vit hava sum mál, ikki at uppbyggja strukturella ójavnvág í okkara samfelag.

 

 

 

Vælferðartænastur eru tað, sum vit øll hava ella fara at hava tørv á. Vit vilja, at tey sum starvast á hesum øki, hava høgt yrkisføri. Land og kommunur eru størstu arbeiðsgevarar av vælferðarstørvum.

 

 

 

Útbúgving

 

Heilsufakligt miðnám er eitt sera gott hugskot, sum eldraøkisleiðslur hava borið fram. At hava møguleika fyri skjótt at seta kós, tíðliga á lívsleiðini, fer heilt víst at gera, at fleiri velja at útbúgva seg innan vælferðarøkið. Heilsufak-útbúgvingar hava ofta nógva praktikk-tíð, tí eiga vit at umhugsa at løna næmingunum í parti av útbúgvingartíðini.

 

 

 

Bæði á námsfrøðiliga økinum og eldraøkinum eru starvsfólk, sum ikki hava viðkomandi útbúgving. Tað skulu gerast góðir karmar fyri, at hesi kunnu nema sær útbúgving.

 

 

 

Er landið viðspælari ?

 

Tórshavnar kommuna og eldraøkissamstørvini kring landið hava roynt fleiri loysnir, fyri at manna størv, útbúgva fólk og knýta kommunulækna at bústovnum. Tá loysnirnar eru um at koma á mál – klárt er at undirskriva – eru kommunurnar steðgaðar av landspolitisku skipanini. Hetta er andsøgnin í, at hava trupulleikan tætt at sær og vilja finna loysnir – mótvegis bert at hava trupulleikan á einum pappírslepa. Landspolitiska skipanin skal vera viðspælari hjá kommununum fyri at koma á mál á vælferðarøkinum.

 

 

 

Vegleiðing í at bróta vælferðarsamfelagið

 

 

 

Vinfólk míni uttanlanda - í Kanada, Íslandi og í Bretlandi - hava havt tørv á at keypa privata dagrøkt til síni børn, tí har eru hvørki almenn ella kommunal tilboð. Vinfólk míni í Danmark hava mestsum øll havt børn á privatum skúlum, tí kommunala skúlatilboðið ikki hevur verið nóg gott.

 

 

 

Fleiri føroyingar keypa sær privata sjúkratrygging, fyri at tryggja sær viðgerð. Hetta økir um útboðið av privat-praktiserandi funktiónum og flytir hesi frá almenna geiranum til privata geiran – soleiðis bróta vit vælferðarsamfelagið.

 

 

 

Strukturel ójavnvág

 

 

 

Strukturel javnvág kann byggjast upp gjøgnum samfelagsavgerðir, so sum hvussu vit býta náttúrutilfeingið, sum í sínum uppruna er ogn hjá okkum øllum føroyingum, hvussu vit verja okkara náttúru, hvussu vit skipa okkara bústaðarmarknað o.s.fr.

 

 

 

Og heilt ítøkiliga hjá tí einstaka – fái eg eina løn, sum eg kann liva sjálvstøðugt av ?

 

 

 

Fremsta uppgávan hjá mær, um eg verði vald á ting, er, at arbeiða áhaldandi fyri vælferðarsamfelagnum – samfelagið, sum vit lyfta í felag og fáa gagn av – í felag.

 

 

 

Set X við E - Sigrid Jensdóttir Dalsgaard, valevni hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið 2022