Hetta slagið av rock?n?roll er sera »brúkaravinarligt«, um man so kann siga, tí fólk í øllum aldri, heilt upp í 70-80 ár, kunnu vera við, tó seta vit eitt lágmark til 14 ár. Undirvíst verður 2-3 tímar hvønn dagin, og vit leggja okkum eftir at hava vikuskiftisskeið, t.v.s. fríggjakvøld og leygardag.
Undirvísingin er deild eitt sindur upp, so tað eisini er pláss fyri pausum, at fáa hvílt sær beinini eina løtu.
Hetta slagið av rock?n?roll kanst tú dansa til næstan alt slag av tónleiki, t.v.s. um tú fert í dans okkurt kvøldið, so er næstan heilt vist, at tú kanst dansa rock?n?roll til onkran sang, sum verður spældur.
Fyrsta skeiðið av hesum slag verður longu nú fríggjakvøldið og leygardagin 2. og 3. okt. í bygdarsalinum á Skála (í ítróttarhøllini).
Hetta er eitt grundskeið, so øll kunnu verða við, sjálvt um tey als ikki duga at dansa!
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið kl. 19.30?22.00, og heldur fram leygardagin kl. 15.00?18.00. Byrjað verður við einum grundskeiði, og um áhugi er fyri tí, so verður kanska eitt víðkað skeið seinni einaferð. Nærri verður lýst um tað, um so er.
Næsta skeiðið í røðini hava vit lagt í Fuglafirði, í Arbeiðsmannafelagshúsinum, tað verður í vikuskiftinum 23. og 24. okt. Tað verður eisini eitt grundskeið. Nærri verður lýst í bløðunum.
Við vón um stóra luttøku, vilja vit bjóða øllum, ungum sum eldri, at verða vælkomin til dansiskeið á Skála ella í Fuglafirði.
Kostnaður: 175,- kr. fyri hvønn.
Tilmelding til skeiðið á Skála á Kunningarstovuni í Saltangará, tlf. 449449.
Við bestu rock?n?roll kvøðu,
Kom & Dansa