Bólkurin Aerosmith avlýsti konsertir fyrrí vikuni í Suðuramerika og Mexico. Tað var eftir eina konsert í Sao Paulo mánadagin, at hetta hendi.
Tá hevði sangarin Steven Tyler brúk fyri lækna eftir konsertina.
Og tað vísti eg, at hann eftir konsertina mánadagin hevði fingið blóðtøpp.
Á heimasíðuni hjá bólkinum skrivar Tyler, at hann er keddur av støðuni, men at hann lovar at venda aftur. Ferðin, teir nú hava verið á, hevur verið søgd at verða teirra síðsta, men hetta hevur seinni verið sagt at verið heldur ivasamt.
Tyler, ið er 69 ára gamal, var ein av stovnarunum av stóra rockbólkinum Aerosmith í 1970.