Rodmundur fregnast um leirvíkarvegin

Sum skilst á Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, verður neyðugt at mýkja støðuna millum innlendismálaráðið og Eysturkommunu, um ætlaða vegagerðin í Leirvík skal kunna fremjast innanfyri íløgukarmin í verklagslógini

Leirvík

Rodmundur Nielsen, sum í hesum døgum er á løgtingi fyri Poul Michelsen, setti í gjár Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, ein munnligan fyrispurning um leirvíkarvegin.
Tað undrar løgtingsmannin, at arbeiði uppá vegagerðina ikki er sett í gongd enn, nú lisitatión um arbeiðstøku var longu tíðliga í summar.
Rodmundur Nielsen spurdi Anniku Olsen, nær landsstýriskvinnan væntar, at arbeiðið at gera vegin kann byrja – og um allar kringumstøður við ognarviðurskiftum og viðurskiftum við kommununa eru í lagi. Hann spurdi eisini, um landsstýriskvinan er nøgd við tey tilboð, sum komu inn upp á arbeiði.
Annika Olsen svaraði, at landsstýrið er kunnað um, at roknast kann við endurgjaldskrøvum frá kommununi, um kommunan ikki fær endurgjald fyri eitt nú bátahyl, parkeringsøki og frákoyringar í sambandi við ætlaðu linjuføringina og vegagerðina.

At mýkja
Landsstýriskvinnan helt annars, at tey tilboð, sum komu inn upp á vegagerðina, eru nøktandi og segði, at innlendismálaráðið nú fer at royna at mýkja støðuna millum landsmyndugleikar og kommunu, soleiðis at ætlaða vegagerðin á ein ella annan hátt kann fremjast innanfyri karmin í verandi verklagslóg.
Hon segði eisini, at undirtøka er ikki í samgonguni fyri at økja um karmin í verklagslógini, sum er 40 miljónir krónur.
Rodmundur Nielsen sigur við Sosialin, at einar 20 miljónir krónur eru settar av til hetta arbeiði í ár, og tí er tað ørkymlandi, at arbeiði upp á leirvíkarvegin enn ikki er farið í gongd.