Spanski miðvallarin Rodri úr Manchester City kann nú kalla seg heimsins besta fótbóltsleikara.
Í kvøld fekk Rodri handað virðismikla Ballon d’Or steypið, sum evropeiska fótbóltssamgongan Uefa letur í samstarvi við fótbóltsblaðið France Football.
Rodri vann í kapping við 29 onnur tilnevnd. Tað var fyrstu ferð síðani 2003, at hvørki Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo stóðu á listanum yvir valevni. Í fjør fór Messi við heiðurslønini fyri áttandu ferð.
Tað er ein dómsnevnd, sum er mannað við journalistum úr teimum bestu 100 londunum á heimsstyrkislistanum í fótbólti, sum hevur útnevnt Rodri sum besta leikaran í kappingarárinum 2023/24.
28 ára gamli spaniólin hevði ein høvuðsleiklut, tá Manchester City fjórða árið á rað vann enska meistaraheitið seinasta kappingarár. Síðani var hann við til at vinna EM við spanska landsliðnum og varð kosin til besta leikara í kappingini.
Rodri fekk steypið á krykkum, tí hann fekk ein krossbandskaða í september, sum helst fer at halda honum uttanfyri restina av hesum kappingarárinum.
Tað var ikki sørt av drama um valið, longu fleiri tímar áðrenn hátíðarhaldið byrjaði.
Seinnapartin boðaði Real Madrid frá, at felagið fer at boykotta tiltakið eftir fráboðanir um, at Vinicius Junior ikki fór at vinna.
Real-leiðslan fataði hetta sum manglandi virðing frá Uefa og Ballon d’Or-tiltakinum og møtti tí ikki við sendinevndini, sum annars skuldi talt 50 fólk.
Hetta hevði millum annað við sær, at venjarin Carlo Ancelotti ikki var til staðar at taka ímóti sokallaða Johan Cruyff steypinum, sum fer til kappingarársins besta venjara.
Heiðurin sum besti kvinnuligi fótbóltsspælarin fór til sponsku Aitana Bonmati annað árið á rað.
Hon vann Champions League seinasta kappingarár við felag sínum, Barcelona og var í august 2023 partur av spanska landsliðnum, sum vann HM.
/Ritzau/