Røktarheim má steingja køkin um vikuskiftini

Leiðarin heldur ikki at tað er so stórur bági, at búfólkini skulu liva av mati, sum er hitaður uppaftur

- Vit verða noydd at seta sparingar í verk fyri at halda játtanina.

Tað ásannar Jastrid Nielsen, leiðari á Hamragarði í Vági.

 

Starvsfólkini ávaraðu fyrr í morgun um, at sparingarnar fara at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri búfólkini.

 

Les eisini: Gomul á røktarheimi sleppa ikki upp fyrrenn á døgverða

 

Leiðarin á røktarheiminum staðfestir, at játtanin helt ikki í 2012 og hon helt ikki í 2013.

Og fyri at at halda játtanina í ár, krevst røktarheimið sparir tað, sum svarar til hálvtannað fulltíðarstarv.

 

Men hon leggur dent á, at spart verður ikki í røktini.

Tann sparingin, vit hava sett í verk, er, at køkurin verður stongdur um vikuskiftini.

Tað merkir, at maturin til alt vikuskiftið skal gerast fríggjadag og verður hann goymdur um vikuskiftið. Tað, sum skal etast heitt, verður so hitað upp aftur.

 

Tað heldur Jastrid Nielsen ikki er nakar serligur bági.

- Vit hava góðar umstøður at goyma matin, so tað fara búfólkini ikki at merkja. Vit hava góðar møguleikar at halda mat kaldan og at frysta hann. Og tað, sum skal etast heitt, hava vit góðar møguleikar at hita.

- Tað ávirkar ikki dygdina í matinum. Tað er ikki øðrvísi enn hjá teimum, sum fáa mat uttanífrá og har tey fáa matin til alt vikuskiftið fríggjadag.

- Vit skulu halda játtanina og hetta er tann sparingin, sum fær minst avleiðingar fyri búfólkini, sigur hon.

 

Starvsfólkini siga, at avleiðingin verður, at summi noyðast at eta døgverða í seingini um vikuskiftini, tí skal røktarstarvsfólkið eisini fáast við matin, hava tey ikki umstøður til eisini at fáa øll úr seingini?

 

Men tað er ikki ætlanin, sigur Jastrid Nielsen.

- Eg havi hugsað mær at hava eyka starvsfólk teir tímarnar, maturin er fyri, so at tað ikki fær avleiðingar fyri røktina, tí har kunnu vit ikki spara, sigur leiðarin.

 

Annars ljóðaði, at tað varð eisini umrøtt at lata kømur aftur fyri at lækka talið á búfólkum fyri at spara?

- Tað kenni eg einki til, sigur Jastrid Nielsen.

Men hon leggur afturat, at summi ellis- og røktarheim fáa eina serliga játtan til minnisveik búkfólk, tí tey krevja serliga røkt og umsorgan. Men tað fær Hamragarður ikki, hóast minnisveik fólk búgva á heiminum.