Rógvi Jacobsen hevði ársins langskot í Runavík

Fótbóltur: Ringu líkindini gjørdu, at hvørki NSÍ ella KÍ vísti fótbóltsspælið, tey eru før fyri at spæla

1. deild menn:

NSÍ-KÍ 0-2 (0-0)


RUNAVÍK: KÍ vann 2-0, tá teir vóru í Runavík og tókust við NSÍ um, hvat av teimum báðum liðunum skal enda á fimta plássi, og hvat skal enda á sætta plássi í landskappingini 1997.

At KÍ fekk tvey mál ber boð um stóra úrtøku burturúr málmøguleikunum. KÍ spældi ímóti nógva og vaksandi vindinum í 1. hálvleiki, og tá fingu teir einki mál. Tað kundu teir ikki fáa, tí sannleikin er, at teir høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Sørin Petersen, sum 1. hálvleik var í álopinum saman við Heðini á Lakjuni, fekk ein hálvan møguleika eftir innlegg úr vinstru, men hann tøvdi og vildi draga seg betri fyri í brotsteiginum, og so varð skotroyndin blokerað.

Talan var heldur ikki um upplagdan møguleika, tá KÍ fimm minuttir eftir kærkomnu hvíldina kom á odda. Rógvi Jacobsen, sum í útgangsstøðu var vongspælari í vinstru, var staddur mitt fyri og einar 25-30 metrar úr málinum, tá hann eftir kontrabólt smekkaði strektan vinstrafót undir bóltin, og bólturin fór sum ein kanónkúla og brast undir nettakinum, meðan Rúni Joensen, sum hesa ferð varð tikin framum Trygva Olsen í NSÍ málinum, stóð sum negldur og hugdi at.

Kurt Mørkøre, sum av persónligum orsøkum ikki kundi vera við fyrra umfarið, loysti Jóannes Jakobsen av eftir steðgin. Tá varð KÍ liðið umskipað, soleiðis at Jan Andreasen, sum fyrra umfarið var miðvallari, fór á aftasta mann, meðan Sørin Petersen fór aftur á miðjuna. Síðstu løtuna varð hann avloystur av Jákup Peturi Eliasen, sum harvið fyri fyrstu ferð royndi seg í 1. deild.

Kurt Mørkøre skoraði seinna málið, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Tað var stungið fram eftir miðásinum, men tað var ikki serliga vandamikið fyrrenn Kurt Mørkøre kom ímillum, tí NSÍ málverjin og miðverjan misskiltu hvønn annan. Kurt var púra kaldur, bíðaði til málverjin kom út ímóti og lyfti so upp um hann.


Nógvar broytingar

NSÍ hevði minst líka nógv bóltin, sum KÍ hevði hann, men eisini hjá teimum knípti tað at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Teir royndu seg undan vindinum við skotum útifrá, men oftast fóru tey omanfyri. Óli Hansen rakti í stólpan eftir innlegg úr høgru í 1. hálvleiki, og í 2. hálvleiki rakti hann tvørtræið, og í sama álopið kom bólturin í annan stólpan. Men NSÍ hevði ikki marginalirnar við sær, og eftir at KÍ hevði økt um leiðsluna dovnaðu teir.

Tað órógvaði ivaleyst eisini, at Arnfinn Langgaard, sum saman við Dániali Hansen var í miðverjuni, noyddist at fara út við fótskaða í 1. hálvleiki, og at Helgi L. Petersen, sum hevði ligið sjúkur mesta partin av vikuni, noyddist at gevast, tá tað var hálvleikt. Í báðum førum vóru teir noyddir at umskipa nógv, og tað er sjáldan gott. Tíggju minuttir fyri leiklok kom Dagfinn Olsen fyri fyrstu ferð inn á besta NSÍ liðið. Uttanfyri sótu fleiri aðrir, sum hava framtíðina fyri sær, og tað er neyvan nógv at ivast í, at teir í Runavík hava møguleika fyri ? um teir bera seg rætt at ? komandi árini at røkka hægri enn einum sætta plássi.