Rógvi Dahl-Christiansen gjørdist saman við Breka Dagssyni toppskjútti hjá Fram við sjey málum, og Vilhelm Poulsen skoraði fýra mál tá lið teirra, Fram á útivølli spældi javnleik 31-31 móti Stjørnuni.
Í fyrra hálvleiki lá betur fyri hjá Fram. Tá liðini fóru til steðgin hevði Fram eina 18-14 leiðslu. Tíverri fyri Fram javnaði Björgvin Hólmgeirsson fyri Stjørnununa tá bert fá sekund vóru eftir av dystinum.
Komandi leygardag spælir Fram heimadyst móti Afturelding.
Persónliga gekk tað aftur heilt væl hjá Dánjali Ragnarssyni, ið aftur skoraði fýra mál í dag, men lið hansara, ÍBV var fyri óvæntaðum stórum tapi fyri Gróttu á útivølli.
Grótta vann 36-26 á ÍBV. Skaðin hendi í fyrra hálvleiki. Grótta sum undan dystinum lá á triðniðasta plássi, koyrdi á frá fyrsta bríksli og longu eftir seksan minuttir høvdu teir lagt seg framum við heili níggju málum. ÍBV fótaði sær ongantíð og munurin var ongantíð minni enn seks mál í dystinum.
Komandi leygardag spælir ÍBV á heimavølli móti HK.
Landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell stóð sera væl í málinum hjá KA, ið vitjaði Selfoss í dag. Nicholas hevði 17 bjargingar, men tað var tíverri ikki nóg mikið til at forða einum sera teprum tapi. Selfoss vann 25-24. Í steðginum var Selfoss á odda 12-10.
Pætur Mikkjalsson skoraði eitt mál meðan Allan Norðberg ikki kom á máltalvuna fyri KA í dag.
Komandi sunnudag tekur KA móti Gróttu á heimavølli á Akureyri.
Nr | lið | Dystir | Sigrar | Javnleikir | Tap | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1 | Haukar | 10 | 7 | 2 | 1 | 16 | |
2 | FH | 10 | 7 | 1 | 2 | 15 | |
3 | Valur | 9 | 6 | 2 | 1 | 14 | |
4 | ÍBV | 10 | 7 | 0 | 3 | 14 | |
5 | Stjarnan | 10 | 6 | 1 | 3 | 13 | |
6 | Afturelding | 10 | 4 | 2 | 4 | 10 | |
7 | Selfoss | 10 | 5 | 0 | 5 | 10 | |
8 | Fram | 9 | 4 | 1 | 4 | 9 | |
9 | Grótta | 9 | 3 | 1 | 5 | 7 | |
10 | KA | 10 | 3 | 0 | 7 | 6 | |
11 | HK | 8 | 0 | 0 | 8 | 0 | |
12 | Víkingur | 9 | 0 | 0 | 9 | 0 |