Rógvi Olavson formaður í kringvarpsstýrinum

Kringvarpsstýrið er mannað av nýggjum, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur skift øll fólkini út uttan ein

Rógvi Olavson er nýggjur formaður í stýrinum fyri Kringvarpið. 

 

Hann er valdur eftir tilmæli frá politisku flokkunum.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur nú mannað kringvarpsstýrið.

 

Føstu limirnir eru hesir:

 

Rógvi Olavson, formaður, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Mathea Hilduberg, næstforkvinna, tilnevnd beinleiðis av landsstýriskvinnuni

 

Høgni Reistrup, tilnevndur beinleiðis av landsstýriskvinnuni

 

Annika Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Finnur Koba, starvsfólkaumboð

 

Varalimir eru:

 

Katrin Petersen fyri Rógva Olavson, formann, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Dánjal Højgaard fyri Matheu Hilduberg, næstforkvinnu, tilnevndur beinleiðis av landsstýriskvinnuni

 

Dánial Hoydal fyri Høgna Reistrup, beinleiðis tilnevndur av landsstýriskvinnuni

 

Theodor Eli Dam Olsen fyri Anniku Eidesgaard, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Ólavur í Geil fyri Michael Koba, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Dorit Hansen fyri Gunvá við Keldu, eftir tilmæli frá politisku flokkunum

 

Elin Winther Poulsen fyri Finn Koba, starvsfólkaumboð

 

Nýggja stýrið tekur við 6. mars, og verður sitandi til 5. mars í 2027