Rói og Óli møtast ikki í áttandapartsfinalunum í steypakappingini

Hallby og Sävehof skulu spæla áttandapartsfinalur í svensku steypakappingini 9. og 13. september

Liðini hjá systkinabørnunum, Róa Ellefsen á Skipagøtu og Óla Mittún í bestu svensku hondbóltsdeildini, Hallby og Sävehof skulu komandi leygardag og mikukvøldið í komandi viku spæla áttandapartsfinalur í steypakappingini.

 

Tað verður ikki talan um eina føroyinga og familjuuppgerð á hesum sinni í svensku steypakappingini.

 

Leygardagin klokkan 15.30 spælir Hallby fyrru áttandapartsfinaluna móti Önnered á heimavølli, og fýra dagar seinni verður returdysturin leiktur í Göteborg.

 

Leygardagin klokkan 17 spælir Sävehof fyrru áttandapartsfinaluna móti Malmö á útivølli. Fýra dagar seinni møtast liðini í returdystinum í Partille. 

 

Annars standa Hallby og Sävehof at møtast í dysti í bestu svensku deildini í Jönköping 24. november. Tá verður Pætur Mikkjalsson vónandi eisini klárur at tørna út fyri Hallby, so talan kann gerast um eina rimmar føroyingauppgerð.