Rói toppskjútti í javnleiki móti oddaliðnum

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne taptu fyri Skive á útivølli

Tvey føroyingalið vóru í leiki í dag í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen, Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ spældu javnleik 30-30 móti oddaliðnum, Grindsted á útivølli.

 

Og tað kunnu Pauli, Rói og liðfelagarnir iðra seg um. Tá 18 sekund vóru eftir av dystinum skoraði Rói við brotskasti til støðuna 30-29 til HØJ, men ólukkutíð eydnaðist tað Magnus Sadova at javna til 30-30, tá bert trý sekund vóru eftir av dystinum.

 

Rói gjørdist saman við Simen Schønningsen toppskjútti hjá HØJ. Rói og Simen skutu báðir sjey mál í dag. 

 

Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í dag á útivølli í Skive.

 

Skive vann dystin 31-28. Í steðginum var Skive á odda 17-12.

 

Pauli skoraði trý mál fyri Team Sydhavsøerne.

 

Komandi leygardag tekur HØJ móti Skive á heimavølli. Sama dag hevur Team Sydhavsøerne heimadyst móti Odder.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirStig
1Grindsted59
2Skive fH59
3HØJ 58
4HC Midtjylland56
5Team Sydhavsøerne55
6Aarhus HC55
7FIF55
8Rækker Mølle44
9Skovbakken44
10Odder44
11TM Tønder43
12Vendsyssel53
13HC Odense41
14Køge 50