Rói toppskjútti við níggju málum - Rókur vann føroyingauppgerðina

Trý føroyingalið vunnu og tvey føroyingalið taptu hetta umfarið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Rói Berg Hansen var flúgvandi tá lið hansara, HØJ vitjaði Vendsyssel í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. Rói gjørdist toppskjútti við níggju málum tá HØJ vann ein týðandi 29-27 sigur. Í steðginum var HØJ á odda 14-13.

 

HØJ er í spennandi oddastríðið við Midtjyllandi. Bara liðið sum endar ovast í deildini flytur beinleiðis upp í bestu hondbóltsdeildina. 

 

Ígjár var føroyingauppgerð millum Odense hjá Róki Akralíð og Tønder hjá Teis Horn Rasmussen og Sjúrði Olsen í Odense. Tað bleiv einki føroyskt mál skotið í dystinum sum Odense vann 29-26. Í steðginum var javnleikur 12-12. Teis fekk beinleiðis reytt kort fyri harðligt spæl tíðliga í dystinum. 

 

Leivur Mortensen skoraði trý mál tá hann og liðfelagarnir í Odder vunnu ein sera kærkomnan 29-27 sigur á Skovbakken á útivølli í Århus. Odder stórspældi í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Odder á odda 20-12, men tað haltaði meira í seinna hálvleiki.

 

Brandur Halgirsson og liðfelagarnir í Ajax vóru fyri tapi í Roskilde. Roskilde vann dystin 34-31. Í steðginum var Ajax á odda 20-18. Brandur kom ikki á máltalvuna í dag. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Odense móti Otterup á heimavølli. Komandi leygardag spæla trý føroyingalið á útivølli. HØJ spælir móti Roskilde, Tønder spælir móti Vendsyssel og Ajax spælir móti FIF. Dagin eftir spælir Odder á útivølli móti Sydhavsøerne.

 

NrLið:DystirStig
1HC Midtjylland1324
2HØJ 1323
3Grindsted GIF 1319
4Team Sydhavsøerne1217
5IK Skovbakken1314
6Ajax 1313
7HEI Skæring1311
8Odder 1310
9TM Tønder 139
10Elitesport Vendsyssel139
11Otterup HK129
12Roskilde 138
13HC Odense137
14FIF137