Umbygging
Ragnhild Ellingsgaard
Hóast nógva rokanin í SMS teir seinastu dagarnar kann ørkymla kundarnar eitt sindur, so er hetta ikki uttan endamál. Fyri stuttum varð farið undir stórar umbyggingingar í størsta handilsdeplinum í Føroyum, og tekinini um hesa umbygging eru nú rættiliga sjónskar.
Tann eina inngongdin í deplinum er afturlatin, so tú noyðist runt húsið, um tú ætlar tær innar. Hevur tú hinvegin tørv á at nýta toilettini, meðan tú ert í húsinum, so mást tú út í túnið, har ein vognur er settur upp til sama endamál.
Stóru máltíðirnar, sum Perlan vanliga borðreiðir við, eru heldur ikki tøkar í hesum døgum. Tó kanst tú keypa tær okkurt lætt til matna, og síðan seta teg niður eina løtu í øllum meldrinum.
Hóast hetta kann tykjast eitt sindur rokaligt og ørkymlandi fyri okkum, ið seta fótin inn í depilin fyri at keypa og hugna okkum, so er hetta ein liður í ætlanunum hjá leiðsluni um at gera úrvælið inni í SMS enn fjølbroyttari, enn tað longu er í dag.
Í septembur mánaða letur eitt stórt nýtt matstað upp, sum fer at bjóða okkum eina forkunnuga matarskrá. Burger King og Sunset Boulevard verður heitið á matstovunum, og slíkar hava ikki verið at sæð í Føroyum fyrr. Umframt hesar letur Perlan eisini uppaftur. Tó verður úrvalið í Perluni ikki heilt tað sama, sum vit eru von við.
Harafturat verður úrvalið av handlum eisini munandi broytt, tá onkur handil letur aftur, meðan onkur nýggjur letur upp.
Toilettviðurskiftini verða eisini mundandi betraði, og verða tey flutt yvir til økið, har posthúsið hevur hildið til.
Umbyggingarnar, sum nú fara fram, eru liðir í eini langtíðarætlan, sum leiðslan í SMS er farin undir. Talan er um tvey byggistig, og er hetta soleiðis tað fyrsta av hesum báðum. Væntandi verður hetta byggistig liðugt seinast í septembur mánaða, og síðan ganga eini tvey ár, áðrenn farið verður í holt við næsta byggistig.
Umframt alt hetta verða eisini aðrar broytingar á skránni. Tó er ikki komið út fyri almenninginum enn, hvørjar hesar verða. So nú er einki annað at gera, enn bara at bíða spent, til alt er kom í rætta lagið aftur.