Rokið á Svangaskarði spælir ikki inn

Manslandsliðið: Håkan Ericson veit um ”Fair Play dystin” fyri 25 árum síðani, men tað er ikki ein motivatiónsfaktorur

Tann 6. september 1998 stendur rimmar fastur í føroyska landsliðsminninum. Kekkia var á vitjan á Svangaskarði í fyrsta heimadystinum til EM 2000 undankappingina. Við spælarum sum Patrik Berger og seinni Valdimir Smicer úr Liverpool, Karel Poborský, sum júst hevði skift úr Manchester United og Pavel Nedved, sum spældi við Lazio í Seria A var Kekkia eitt landslið, sum øll kendu aftur.

 

Hetta var liðið, sum í 1996 vann seg í EM-finaluna móti Týsklandi á Wembley. Í nógvum mjørka var eitt sterkt føroyskt lið við Toda Jónsson á odda í holt við at vinna sær ein málleysan javnleik. Seks minuttir fyri tíð sá Pavel Nedved reytt kort og sensatiónin lúrdi, tá John Petersen bleiv feldur og bleiv liggjandi á vøllinum. Føroysku spælararnir valdu at sparka bóltin út til innkast.

 

Tá spælið bleiv sett í gongd aftur væntaðu føroysku spælararnir at fáa bóltin aftur, sum Fair Play andin eisini leggur upp til, men kekkisku stjørnurnar tveittu bóltin til sínar egnu og Vladimir Smicer skoraði avgerandi málið bara tríggjar minuttir fyri tíð.

 

Eftir dystin var rok uttanfyri skiftirúmið hjá Kekkia, tí óðir føroyskir spælarar ætlaðu sær at fáa fatur á órættvísu kekkunum. Landsliðvenjarin hjá kekkum, Jozef Chovanec, tordi ikki at møta til tíðindafundin eftir dystin og sendi hjálparvenjaran í staðin.

 

Á tíðindafundinum í dag bleiv Håkan Ericson spurdur um tiltikna dystin, og um tað var nakað hann kundi motivera spælararnar við?

 

- Nei, tí tað vóru ikki hesir kekkisku spælararnir, sum spældu tá. Eg havi bara hoyrt um handan dystin, men tað vit hugsa ikki so nógv um tað í dag, sigur Håkan Ericson.