Rókur og Odense stríðast í botninum

Rókur Akralíð og liðfelagarnir í Odense taptu á útivølli í dag

Rókur Akralíð skoraði eitt mál tá lið hansara, Odense í dysti í næstbestu donsku hondbóltsdeildini tapti 22-26 fyri Grindsted á útivølli. Í steðginum var Grindsted á odda 16-10. 

 

Odense liggur næstaftast í deildini við fimm stigum fyri 10 dystir. Odense er eitt stig frammanfyri gamla felagið hjá Róki, HEI Skæring.

 

Odense hevur tapt fýra av teimum fimm seinastu dystunum. 

 

Komandi leygardag klokkan 16.30 tekur Odense á heimavølli móti Ajax, ið er liðið hjá Brandi Halgirssyni.