Romantiskt at leiðast á ólavsøku

Hvussu er lagið?
Lagið er gott.Veðrið er fantastiskt í dag. Eitt undirvísingarár, sum hóast trupulleikar hevur gingið væl, er júst endað. Eg nýti hendan dagin til at gjøgnumganga lidna dispositiónsuppskotið til komandi Marknagilsdepilin, og tað er eitt arbeiði, sum veruliga fyllir meg við optimismu um framtíðar arbeiðsumstøðurnar hjá studentaskúlanæmingum og lærarum.

Hvat er tað besta við tínum starvið?

At eg havi við menniskju at gera, at eg eri saman við fólki, sum brenna fyri tí tey gera, og gjøgnum næmingarnar síggi eg so nógv talent og so nógvar opnar framtíðarmøguleikar.


Hvørjum er tað lættari at vera stjóri fyri - kvinnum ella monnum?

Ein góður blandingur av báðum er tað besta.


Hvat ger ein góðan stjóra?

Evnini at leiða á ein hátt, so starvsfólkini kenna, at tey fáa brúkt og ment síni evni, samstundis sum arbeiðið hevur eitt mál og eina meining.


Hvat ger teg glaðan?

Gott veður sum í dag, og tá tað gongst mínum nærmastu og mínum vinfólkum væl.


Hvat ger teg illan?

Órættvísi.


Hvussu stendur til við BMI:num?

Tað er alt ov høgt.


Nær er tað strævnast at renna eitt marathon?

Tað tað er ov heitt í veðrinum.


Hvat heldur tú vera løgið?

At vit val eftir val velja teir somu ódugnaligu og inkonsekventu politikararnar av nýggjum, sum vit øll ganga og lufta okkara misnøgd um.


Hvussu skal ein urtagarður vera, um tú slapp at ráða?

Stór grasplena, nógv trø, ið skapa rúm til hugna, og ikki ov nógv blómubed at halda.


Hvørjum sjónvarpsrásum hyggur tú at?

Rásum, ið senda tíðindi og dokumentarsendingar við høgari góðsku. Og so Canal+ sport, tá Premier League er á skránni.


Hvat ert tú glaðast fyri við tær sjálvum?

Míni framúr andligu evni :-)


Hvat er romantiskt?

At leiðast á ólavsøku við kvinnuni, ein elskar.


Hvør er besta bók tú hevur lisið?

The Complete Works of William Shakespeare.


Hvør er tín lívrættur?

Eg havi ongan lívrætt. Mær dámar allan mat, og tað besta eg fái, er matur, sum eg ikki havi smakkað fyrr, og sum letur upp nýggjar kulinariskar heimar fyri mær..


Er tú bangin fyri at gerast gamal?

Nei.


Hevði tú hugsa tær at búð nakra aðrastaðni enn í Føroyum?

Eg trívist væl í Føroyum, men eg kundi búð allastaðni - har tað ikki er ov heitt. Kundi væl flutt aftur at búð í Svøríki ella svenskttalandi partinum av Finlandi.


Hvat hevur lívið lært teg?

At tú mást taka tær møguleikar tú hevur, tá teir eru har, og at tú mást vera til staðar við teimum menniskjunum, ið tú møtir á lívsleiðini, meðan tú hevur tey hjá tær. Nú manglar bara, at eg læri meg at liva eftir hesum.


Navn: Mikkjal Helmsdal

Aldur: 45 ár

Býr: Í Hoyvík

Starv: Rektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði

Familja: Giftur, 2 døtur, ið eru 12 og 17 ára gamlar