- Ron Howard vil ikki boyggja seg fyri kirkjuni

Herfyri kom fram at Katólska Kirkjan í mánaðir hevur roynt at fáa Sony til at skriva á filmin um The da Vinci Code, at hann er fiktión og ikki veruleiki. Nú hevur Ron Howard, ið er ein av teimum stóru mainstream leikstjórunum og tungu dreingjunum í Hollywood, fingið nóg mikið. Hann heldur ikki, at filmarnir hjá honum skulu noyðast, at prenta sum tekst, um teir byggja á veruleikan ella ikki

DaVinci Code

Tað er katólski felagsskapurin Opus Dei, ið hevur roynt at sett trýst á framleiðarnar av filminum. Opus Dei er veruliga í andglettinum í bókini um da Vinci gátuna, har felagsskapurin við øllum midlum berjist ímóti sannleikanum, sum leitað verður eftir.
Seinast vit sóu Ron Howard var í filminum Cinderella Man ið er søgan um ein boksara og sterka kærleikan millum konuna Mae og James, og hvussu tey lærdu at halda enn meiri saman tá tíðirnar eru ringar. Áðrenn hetta eisini filmin A Beautifull Mind.
Ron Howard hevur sakt við Los Angeles Times, at hansara filmar eru fiktión, um fólk, ið eru ávirkað av samansvørjingartonkum og ástøði. Hetta er ikki gudfrøði ella søga, men ein spenningsfilmur.

Søgan er blasfemisk
Vatikanið hevur leingið kalla søguna hjá Dan Brown blasfemiska. Serliga felagsskapurin Opus Dei, verður lagdur undir mistanka í bókini.
The da Vinci Code fær heimspremieru á filmstevnuni í Cannes 17. mai og kring allan heimin 19. mai., men ikki í Havnar Bio, tí eigarin er samdur við Pávanum um at søgan er blasfemisk.

Australska kirkjan rasandi
Eisini í Australia eru kirkjufólk óð inn á The da Vinci Code filmin. Hesi hava gjørt eina 20 sekund langa video, ið skal vísa øllum, at Dan Brown bert lýgur, Millum annað um at Jesus hevði eftirkomarar. Við at brúka somu midlar sum filmídnaðurin vónar Enska Kirkjan í Australia, at hon kann loypa á tað sum Dan Brown hevur sakt.

Fakta boks:
Søgan byrjar við at professarin Robert Langdon (Tom Hanks) verður biðin um at koma til
Louvre í Paris, har eitt av starvsfólkunum er myrt, eftir eru nógv ymisk spor og symbol.
Langdon, og kotubrótarin Sophie Neveu (Audrey Tautou), finna so við og við, eina røð av ótrúligum loyndarmálum í verkunum hjá multiflogvitinum Leonardo da Vinci, ið aftur vísa aftur til eitt loyndarmál, ið hevur verið dult í 2000 ár. Ferðin gongur gjøgnum Paris, London og Skotland, har tey finna spor og royna at bróta kotuna, ið skal geva okkum eina vitan um grundarlagið undir okkara mentan, trúgv og søgu.

Dan Brown hevur selt 25 millionir eintøk av bókini The Da Vinci Code, og er hon týdd til 44 mál kring allan heimin.