Ronaldo bjargaði aftur United

Champions League: Cristiano Ronaldo og Ansu Fati eita bjargingarmenninir í kvøld

Fyrra hálva av fjórða umfari í bólkaspælinum í Champions League hevur verið í kvøld. Cristiano Ronaldo bjargaði Manchester United eitt stig í Italia, meðan Ansu Fati heldur lív í vónini hjá FC Barcelona, at koma víðari.

 

Bólkur E:

 

Bayern Munchen er í stórformi og millum favorittarnar at vinna kappingina. Í kvøld vunnu teir 5-2 á Benfica. Robert Lewandowski skoraði hattrik. FC Barcelona er enn við í stríðnum, um at koma víðari, eftir ein 1-0 sigur í Kiev. Ansu Fati skoraði málið.

 

Bayern Munchen – Benfica 5-2

 

Dynamo Kiev – FC Barcelona 0-1

 

Støðan:

 

  1. Bayern Munchen 12
  2. FC Barcelona 6
  3. Benfica 4
  4. Dynamo Kiev 1

 

Bólkur F:

 

Cristiano Ronaldo var aftur stóri maðurin hjá Manchester United, sum bjargaði sær ein javnleik í yvirtíðini í Italia móti Atalanta. Úrslitið bleiv 2-2 og Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini hjá Manchester United.

 

Í hinum dystinum í bólkinum vann Villarreal 2-0 á Young Boys. Tað merkir, at tað eru trý lið við í dystinum um at koma víðari úr bólkinum.

 

Atalanta – Manchester United 2-2

 

Villarreal – Young Boys 2-0

 

Støðan:

 

  1. Manchester United 7
  2. Villarreal 7
  3. Atalanta 5
  4. Young Boys 3

 

Bólkur G:

 

Lille hevur verið í eitt sindur av mótvindi, eftir at liðið vann fronsku landskappingina. Í kvøld vunnu teir 2-1 á útivølli móti Sevilla og eru nummar tvey í bólkinum.  Í Týsklandi vann Wolfsburg 2-1 FC Salzburg. Gestirnir úr Eysturríki høvdu sjey stig undan uppgerðini, og tí var av stórum týdningi fyri Wolfsburg, sum hevði tvey stig, at vinna.

 

Wolfsburg – Salzburg 2-2

 

Sevilla – Lille 1-2

 

Støðan:

 

  1. FC Salzburg 7
  2. Lille 5
  3. Wolfsburg 5
  4. Sevilla 3

 

Bólkur H:

 

Fyrr í kvøld vann Chelsea 1-0 í Malmø. Tað var eisini Chelsea, sum var greitt omaná, men tað bleiv bara til 1-0. Málið skoraði Hakim Ziyech tíggju minuttir inn í seinna hálvleik. Juventus vann greiðan 4-2 sigur á Zenit. Juventus og Chelsea eru greitt fremst.

 

Juventus – Zenit 4-2

 

Malmø – Chelsea 0-1

 

Støðan:

 

  1. Juventus 12
  2. Chelsea 9
  3. Zenit 3
  4. Malmø 0