37 ára gamli Cristiano Ronaldo bleiv í dag vístur fram á leikvøllinum hjá nýggja felagnum hjá sær, saudiarabiska Al-Nassr. Tað varð eisini skipað fyri tíðindafundi og Cristiano Ronaldo hevði ymsikt at siga.
- Nú kann eg fortelja tykkum, at eg hevði fleiri møguleikar í Evropa og at tað vóru fleiri feløg, sum vildu hava meg. Eg hevði eisini møguleikar í Brasil, Avstralia, USA og eisini í Portugal, men eg hevði lovað Al-Nassr at koma her, segði Cristiano Ronaldo á tíðindafundinum,
Søgan sigur, at serliga tilboðið frá amerikanska Sporting Kansas City var áhugavert, meðan onnur siga at Cristiano Ronaldo kann verða útleigaður til Newcastle í Premier League. Eigararnir av Newcastle eru úr Saudiarabia.
Tað hevur eisini verið nakað av kritikki av skiftinum hjá Cristiano Ronaldo. Hann hevur fyrr sagt í samrøðu, at hann ætlar at gevast á toppinum.
- Eg leggi ikki í hvat fólk siga. Eg havi tikið mína avgerð og eri fegin um at vera her. Eg veit at hetta er ein kappingarfør deild, tí eg havi sæð fleiri dystir. Eg havi einki eftir at prógva í Evropa, nú vil eg seta nøkur met her, segði Cristiano Ronaldo.
Hann bleiv eftir tíðindafundin móttikin sum ein hetja á leikvøllinum.
##med2##
##med3##