Ronaldo hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Manchester United, og hetta hevur hann nú fingið heiður fyri. Av leikarum og venjarum er hann valdur til ársins leikara í Onglandi, og umframt hendan heiður, varð hann eisini valdur til ársins unga leikara.
Felag hansara, Manchester United, var einaráðandi í útnevningini til ársins lið. Liðið sær soleiðis út:
Edwin van der Sar, Manchester United
Gary Neville, Manchester United
Rio Ferdinand, Manchester United
Namanja Vidic, Manchester United
Patrice Evra, Manchester United
Cristiano Ronaldo, Manchester United
Paul Scholes, Manchester United
Steven Gerrard, Liverpool
Ryan Giggs, Manchester United
Dimitar Berbatov, Tottenham
Didier Drogba, Chelsea