Ronaldo er sterkasta vápnið

Cristiano Ronaldo dugir meira enn bara at lata føturnar dansa rundan um bóltin. Hann skapar málkjansir, ger mál og er tann spælarin, sum Portugal setir stórst álit á til HM-endaspælið


21 ára gamli Cristiano Ronaldo fær ein lyklaleiklut á portugisiska landsliðnum undir HM-endaspælinum í Týsklandi. Hóast hann er ungur og spælri við í sínum fyrsta HM-endaspælið, verður roknað við, at hann veruliga fer at gera um seg.
Skjóti og vandamikli vongspælarin úr Manchester United telist millum teir bestu og mest undirhaldandi spælararnar í Premier League. Hann dugir øll finturnar, hevur sjálvur ment sínui egnu tricks, hann ger mál, hann skapar kjansir, og so er hann altíð til reiðar at arbeiða hart fyri liðið.
Cristiano Ronaldo hevur tað mesta, og nógv av tí skapandi spælinum hjá Portugal verður litið honum upp í hendurnar. Víst hevur Portugal framúr góðar spælarar sum Luis Figo og Deco, men tað verður trupult at fjala út yvir, at Ronaldo er sterkasta vápnið hjá Portugal.
 
Til reiðar at lumpa
Tá ið Cristiano Ronaldo fyri nøkrum árum síðani kom til Onglands at spæla, eftir at Manchester United venjarin Alex Ferguson sá hann í einum venjingardysti í USA, varð sagt, at Ronaldo bara undirhelt áskoðarunum. Hann fekk ov lítið burtur úr sínum evnum og gjørdi ov nógv av við fintum og driblingum.
Men um hetta var veruleikin fyri trimum árum síðani, so er tað í øllum førum ikki soleiðis longur. Sanniliga kann hann dansa rundan um bóltin, tá ið hann leikandi lætt strýkur fram eftir vøllinum, men hann kemur sanniliga eisini í nógvar góðar støður, har hann antin kann leggja upp til málkjansir ella skora sjálvur. Og hann dugir at gera mál  bæði við skotum og við stútarum.
Cristiano Ronaldo er væl fyri, nú HM stendur fyri framman, og hann hevur okkurt spennandi trick við sær til Týsklands.
- Eg royni alla tíðina at betra mínar fintur og driblingar, og undir hvørjari venjing arbeiði eg við hesum. Eg havi nøkur tricks við mær, men tað hevur størstan týdning fyri meg, at eg kann brúka finturnar til okkurt skilagott til frama fyri liðið. Annars hava teir einki at siga, sigur Cristiano Ronaldo.
 
Figo liðformaður
Portugal stóð seg væl til EM-endaspælið á heimavølli fyri tveimum árum síðani. Liðið kom í finaluni, men tapti tepurt fyri Grikkalandi. Síðani tá eru fleiri broytingar gjørdar á liðnum, og nú er bert Luis Figo eftir av gylta ættarliðnum hjá Portugal.
Og Figo hevur fingið liðformansbandið um armin. Hann hevði eina uppgerð við venjaran Scolari fyri tveimum árum síðani, men venjarin hevur stórt álit á sínum 34 ára gamla miðvallarin, sum hóast hann ikki er tann sami, sum hann var fyri fýra árum síðani, kann bæði eitt og annað í týðandi dystum.
Á miðvøllinum hjá Portugal verður eisini spælstýrarin Deco at finna. Deco, sum varð føddur í Brasil, men hevur fingið portugisiskt pass, er lyklaspælari á liðnum hjá Barcelona, og á landsliðnum hevur hann eisini fingið uppgávuna sum sentralur miðvallari. Nógv av spælinum hjá Portugal skal umvegis Deco, sum eisini dugir at gera mál við skotum úti frá.
Luis Felipe Scolari hevur eitt sera sterkt landslið við sær til Týsklands. Eindin er væl skipað og robust, og so hevur liðið eisini einstaklingarnar, sum kunnu gera tann veruliga munin í teimum avgerandi dystunum.