Ronaldo fekk ikki náttarfrið í París

Champions League: PSG er uttan Neymar, meðan Liverpool er víðari

Tvær tær fyrstu av seinnu 1/8 finalunum í Champions League eru kvøld. Í París spæla Paris Saint-Germain og Real Madrid, meðan Liverpool á Anfield tekur móti FC Porto úr Portugal.

 

Tað verður lagt upp til eitt satt brak í París, har Real Madrid er á odda 3-1 frá fyrru uppgerðini. Í nátt hevur verið órógv uttanfyri gistingarhúsið, har Cristiano Ronaldo og spælararnir hjá Real Madrid gista.

 

Franskir miðlar skriva, at talan er um víðgongd viðhaldsfólk hjá PSG, sum væl eftir midnátt tveittu við fýrverki í gøtunum kring gistingarhúsið. Løgreglan kom á staðið og tryggjaði, at Cristiano Ronaldo og hansara liðfelagir kundu fáa náttarfrið.

 

Paris Saint-Germain er uttan Neymar Jr til dystin í kvøld. Hann hevur brotið eitt bein í fótinum og hevur verið í Brasil til skurðviðgerð. Hann verður ikki tøkur aftur fyribils, men HM-endaspælið er ikki í vanda.

 

Í París verður væntað, at Marquinhos, Marco Verratti, Kylian Mbappe og Edinson Cavani allir spæla, hóast smærri trupulleikar. Tað er meiri ivasamt um Javier Pastore spælir ein leiklut. Tað verður fyrrverandi Real Madrid spælarin, Angel Dí María, sum avloysir Neymar Jr.

 

Fyri Real Madrid kemur tað væl við, at miðvallararnir Luka Modric og Toni Kroos eru við á ferðini, men tað er enn óvist hvussu nógv teir fáa spælt.

 

Liverpool er víðari

Í Liverpool er lítil spenningur undan dystinum í kvøld. Liverpool vann heili 5-0 í Porto í fyrra dystinum. Liverpool skal leygardagin spæla móti Manchester United í Premier League, so tað er ein spurningur hvussu nógv Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, fer at koyra á sínar menn.

 

Jurgen Klopp segði á tíðindafundinum, at hann ger í mesta lagi tvær til tríggjar broytingar á liðnum, hóast Liverpool er á odda 5-0. Gini Wijnaldum er tøkur aftur eftir sjúku, meðan tað er møguleiki fyri at Adam Lallana og Nathaniel Clyne byrja inni. Fyri FC Porto er ivasamt um Tiquinho Soares, Moussa Marega og Alex Telles verður klárir.

 

Champions League 1/8 finalur:

Í dag:

Paris Saint-Germain (1) – (3) Real Madrid (19.45)

Liverpool (5) – (0) FC Porto (19.45)

 

Í morgin:

Manchester City (4) – (0) FC Basel (19.45)

Tottenham (2) – (2) Juventus (19.45)