Christiano Ronaldo slepti einari veruligari bumbu í gjárkvøldið, tá hann sáddi iva um fótbóltsframtíð sína Minni enn eina viku undan Champions League finaluni móti Chelsea hevur Christiano Ronaldo sent Manchester United í sjokk.
Í einari samrøðu við eina sjónvarpsstøð í Madrid segði Ronaldo, at hann hevur ambitiónir um at spæla í Spaniu, og at hann fer at taka støðu til fótbóltsframtíð sína eftir finaluna í Moskva komandi mikukvøld.
- Eg trívist her, men lat okkum nú síggja hvat hendir eftir Champions League finaluna, segði Ronaldo.
Og hann helt fram:
- Eg havi sagt túsund ferð sum eina ferð, at eg ógvuliga fegin vil spæla í Spaniu.
Real Madrid skal verða klárt við einum tilboði upp á 100 milliónir pund (umleið eina milliard) og einum lønarkekki upp á 2 milliónir krónur ? um vikuna!
- Eg veit, at Real Madrid dámar mátan eg spæli upp á, og eg veit at onnur sponsk feløg halda tað sama. Og tað er sjálvandi gott at vita, at onnur feløg hava áhuga í tær, segði Ronaldo.