Við nýggja fimm ára sáttmálanum hevur Cristiano Ronaldo víst øllum leysasøgum aftur um, at hann hevur verið á veg til Real Madrid. Nýggi sáttmálin er í dag almannakunngjørdur á heimasíðuni hjá felagnum. Ronaldo er sum vera man fegin um nýggja sáttmálan.
- Eg eri væl nøgdur. Eg havi tosað við leiðsluna og venjaran, og allir vistu, at eg vildi verða í felagnum. Eg vil vinna steyp við felagnum, helst í ár, sigur tann nú 22 ára gamli Ronaldo við heimasíðuna.
Cristiano Ronaldo, sum kom til Manchester United í 2003, hevur nú sáttmála við felagið til og við 2012.