Ronaldo sparkaði seg í HM-søgubøkurnar

HM 2022: Cristiano Ronaldo er fyrsti spælarin, sum hevur skorað mál í fimm HM-endaspølum upp í slag

Cristiano Ronaldo sparkaði seg í HM-søgubøkurnar, tá Portugal í dag vann 3-2 á Gana. Hann er fyrsti spælarin, sum megnar at skora í fimm HM-endaspølum. Tað gjørdi hann við umstríddum brotssparki, sum legði Portugal á odda. Tað var Cristiano Ronaldo sjálvur, sum fór umkoll til brotssparkið, men tað eru ymiskar meiningar, um tað var nokk til brotsspark. Fyrr í dystinum var Cristiano Ronaldo ónøgdur, tá hann fekk eitt mál kolldømt fyri eitt fríspark.

 

Gana javnaði fáar minuttir seinni, men so setti Portugal ferðina upp. Fyrsti legði Joao Felix Portugal á odda 2-1, og løtu seinni økti innskifti Rafael Leao til 3-1. Nú tóktist at avgjørt, men í 89. minutti minkaði Gana um munin, og í yvirtíðini var málverjin í holt við at deila jólagávur út, men áleyparin hjá Gana gleið, tá hann skuldi venda sær og skjóta bóltin í tóma málið.

 

Portugal – Gana 3-2 (0-0)

 

Portugal (4-3-3): Diogo Costa: Cancelo, Dias 7, Danilo, Guerreiro: Otavio (William Carvalho 56min), Ruben Neves, Fernandes: Joao Felix, Ronaldo, Bernardo Silva

 

Mál: Ronaldo (65br), Joao Felix (78), Leao (80)

 

Venjari: Fernando Santos

 

Gana (5-4-1): Zigi 7: Seidu, Djiku, Amartey, Salisu, Baba Rahman: Kudus, Partey, Abdul Samed, A Ayew: Williams

 

Gul kort: Partey, Kudus, Seidu

 

Venjari: Otto Addo

 

Dómari: Ismail Elfath (USA) 5

 

Áskoðarar: 42,662

 

Bólkur H:

 

1: Portugal 3

 

2: Uruguay 1

 

3: Suðurkorea 1

 

4: Gana 0