Í kvøld verður seinna hálva av fyrsta umfarinum í bólkaspælinum í Champions League. Cristiano Ronaldo er aftur í Spania, har hann og Juventus skulu spæla móti Valencia.
Les eisini: Liverpool vann stóra dystin
Í bólki E er ein dystur klokkan 17.55. Hann er millum Ajax og AEK Athens, meðan Benfica tekur móti einum av favorittunum, Bayern Muchen. Í bólki F er eisini ein dystur klokkan 17.55. Hann er í Ukraina millum Shakhtar Donetsk og Hoffenheim úr Týsklandi.
Bólkur E:
Ajax - AEK Athens (17.55)
Benfica - Bayern Munich (20.00)
Bólkur F:
Shakhtar Donetsk - Hoffenheim (17.55)
Manchester City – Lyon (20.00)
Bólkur G:
Real Madrid – Roma (20.00)
Viktoria Plzen - CSKA Moscow (20.00)
Bólkur H:
Valencia – Juventus (20.00)
Young Boys - Manchester United (20.00)