Tað er Boxing Day í Onglandi og tí er fult umfar í Premier League. Chelsea vann fyrr í dag á West Ham, meðan Manchester City og Manchester United framvegis elta oddasessin, eftir at tey vunnu greiðar sigrar í dag.
Les eisini: John Terry dugur enn
Manchester City er framvegis uttan ein beinleiðis áleypara, men annan dystin upp í slag vunu teir uttan stórvegis trupulleikar. Manchester City vann 3-1 á útivølli móti WBA. Fernando, Yaya Toure(brotsspark) og David Silva skoraðu málini. Manchester City er framvegis trý stig aftanfyri Chelsea í oddinum.
Eisini jólakongarnar úr Manchester United vunnu enn eina ferð á Boxing Day. Wayne Rooney var stóri maðurin við tveimum málum í 3-1 sigrinum á Newcastle á Old Trafford. Robin van Persie skoraði tað triðja.
Les eisini: Jólakongarnir úr Premier League
Southampton er aftur á fjórða plássi, eftir at teir vunnu greiðan 3-1 sigur á Crystal Palace. Liverpool og Tottenham fylgja framvegis við, eftir teprar sigrar á Burnley og Leicester á útivølli.
Premier League 18 umfar:
Í dag:
Chelsea - West Ham 2-0
Burnley – Liverpool 0-1
Crystal Palace – Southampton 0-3
Everton – Stoke 0-1
Leicester – Tottenham 1-2
Manchester United – Newcastle 3-1
Sunderland – Hull 1-3
Swansea - Aston Villa 1-0
West Brom - Manchester City 1-3
Arsenal – QPR (17:30)