Rosenborg varð eyðmýkt

Rosenborg tekur ikki longur lut í Europe League. Norska oddaliðið megnaði ikki at vinna samanlagt á Qarabag úr Aserbadjan. Og tað er óhoyrt í norskum miðlum. Tað var sera óvæntað, tá Rosenborg spældi málleysan javnleiki móti Qarabag á heimavøllinum í farnu viku. Men í dag tapti teir 1-0, og ævintýrið í altjóða fótbólti er tískil av á hesum sinni. - Hetta er størsti ósigurin á mínari yrkisleið. Eg eri sera vónbrotin, sigur Erik Hamrén, venjari, við heimasíðuna hjá Rosenborg.