Roskilde almannakunnger nýggj nøvn

Í gjár gjørdist greitt, at Rihanna framførir á ársins Roskilde festivali í Danmark. Í dag hevur festivalurin kunngjørt enn fleiri nøvn.

 

Hundraðtals føroyingar ferðast hvørt ár til Roskilde Festivalin, sum á hvørjum ári bjóðar til fleiri konsertir við altjóða viðurkendum tónleikarum.

 

Í ár verður so Rihanna partur av skránni hjá festivalinum, og í dag hevur festivalurin boðað frá, at eisini Angel Haze, The Bots og King Krule framføra á festivalinum.

 

Angel Haze er ein kvinna, sum gjørdi seg galdandi, tá ið hon gjørdi sína útgávu av lagnum hjá Eminem "Cleaning Out My Closet", har hon greiður frá um kynsliga misnýtslu.

 

The Bots spæla punk rock'n'roll tónleik. Brøðurnir Mikaiah og Anaiah Lei góvu sína fyrstu fløgu út, tá ið teir vóru ávikavist 15 og 12 ára gamlir.

 

King Kruel spæla tónar, sum eru ein blanding av blues, jazz og popp tónleiki.

 

Roskilde festivalurin verður frá 29. juni til 7. juli.

 

Hetta veit Gaffa í dag.