Hóast sera nógv hava hugnað sær í góðveðri í fleiri dagar uttanfyri festivaldyrnar, so var tað váttligt eisini í veðrinum, tá Roskilde Festivalurin seint seinnapartin byrjaði og dyrnar fóru upp til festivaløkið, og gestirnir stórleypandi fóru innar.
Regn merkir festivalbyrjanina, men óivð hugna mongu gestirnir sær í kvøld og komandi dagarnar. Tað vóru donsku Veto, ið byrjaðu á stóra pallinum, og sjálvsagt eru nógv og góð nøvn á festivalskránni, men óivað gleða fleiri av festivalgestunum seg eittnú til at Iron Maiden.