Í Suðurafrika hava myndugleikarnir illgruna um, at ovurstórar rottur hava gjørt av við tvey børn og eina eldri kvinnu. Sambært svenska blaðnum Aftonbladet lógu genturnar og kvinnan og svóvu, tá rotturnar løgdu á tær. Sagt verður, at onnur gentan var trý ára gomul, og at kvinnan var 77. Allir tríggir tilburðirnir hava verið ta seinastu vikuna.
Suðurafrikonsku myndugleikarnir siga, at rotturnar, sum lupu á genturnar og kvinnuna, vóru størri enn kettur. Hesar rotturnar kunnu blíva 90 centimetrar til longdar. Kalldýrið kann viga 2,4 kilo og kvenndýrið 1,5 kilo, skrivar Aftonbladet.