Eitt tað mest óvanliga var, at hetta ikki bert vóru tómar luftkastellir, sum tað so ofta er við góðum hugskotum. Nei, framleiðslan byrjaði faktisk. Indarar komu til Føroya at læra handverkið, føroyingar fóru til India at byggja verksmiðjuna upp, og indisku fiskimenninnir byrjaðu at »rógva út« við føroyskum Kaldbaksbátum. Og sum prikkurin yvir Iið fór táverandi føroyski løgmaðurin, Atli P. Dam sáli, á almenna vitjan í India og vígdi bygningin, har framleiðslan av føroysku bátunum fór fram.
Men so gekk okkurt galið onkrastani. Framleiðlan steðgaði og verkætlanin fór í vaskið.
Hvat hendi? Hví steðgaði alt upp? Eru bátarnir til enn?
Á síni ferð í India, møtti Jens Christian Svabo Justinussen nøkrum av monnum, sum vóru involveraðir í Kaldbaks-verkætlanini í Chennai og vitjaði staðið, hvar bátarnir í síni tíð vóru frammleiddir.
-------
Ein kamelur yvirhálaði okkum. Vit vóru á veg við taxa til niðurløgdu verksmiðjuna, hvar teir í áttati árunum framleiddu føroyskar Kaldbaksbátar. Kamelurin togaði ein vogn, sum var fullur av múrsteinum. Maðurin, sum helt teymarnar, hevði bert eitt klædnastykki um miðjuna og eina turban um høvdið. Hann sæt á einum sekki og føturnar vóru uppi á einum træpinni. Aftanfyri sat ein annar maður og lenaði seg aftur á og hvíldi seg. Teir vóru á veg við múrsteinum til ein toppmodernaðan bygning sum skuldi brúkast av einari framkomnari teldufyritøku.
Onkur skal hava sagt, at líka mikið hvat tú sigur um India, so er tað øvugta eisini galdandi. India er so komplekst, so samansett og umfatar so nógvar mótsetningar, at tað er næstan ómøguligt at seta í bás. Tað er topmodernað, men samstundis er tað tilafturskomið. Tað er fátækt, ja. Men tað hevur eisini ein miðalklassa uppá eini 250 mio.
India er eisini heimsins fólkaríkasta demokrati, har hinduar, muslimar, kristin, jødar og nógvar aðrar religionir liva lið um lið. Ikki altíð uttan samanbrestur, men samanborið við onnur lond við líknandi mótsetningum (Miðeystur t. d.), má tað sigast at vera friðarligt.
Tað er ikki altíð lætt at ferðast í India, og at fáa eina vinnlívsverkætlan upp at standa kann bert vera enn truplari. Her er ein tann størsta forðingin, tað indiska kontórveldið, ið fær ES kontorveldið við sínum agurku direktivum at líkjast einum sunnudagsskúlalærara.
Ein vinnulívsmaður í Tamilnadu segði við meg: »Antin keypur tú eitt eksisterandi virki, sum longu hevur øll loyvini, ið eru neyðug, ella tú finnur tær ein indiskan partnara. At koma uttanífrá og byrja frá botni, er vónleyst«.
»Bert at byggja eini sethús krevur minnst 27 almenn loyvir«, segði hann.
Ein maður, sum eg kom at kenna væl meðan eg var í Chennai, brast út í, tá eg fortaldi, at eg kom úr Føroyum:
»A ha, ein víkingur! Veitst tú av, at tamilar vóru bestu sjómenn í heiminum?«
Nei, svaraði eg.
»Visti tú at tamilar lærdu víkingarnar at navigera?«
»Álvara«, svaraði eg. »Nei tað visti eg ikki«.
Eg visti, at víkingar komu víða um, og at teir í síni tíð komu heilt suður til Istanbul í Turkalandi. Men at teir skuldu vera komnir til India, tað hevði eg ikki hoyrt fyrr. Um víkingarnir veruliga høvdu siglt allan vegin til India, so máttu teir onkursvegna hava dugað væl at navigera, áðrenn teir komu til Tamilnadu. Men her var øvugtur logikur galdandi: Vikingarnir komu til Tamilnadu, og tí kundi hann konkludera, at tamilar høvdu lært víkingarnar at sigla.
Stoltleikin var ikki at taka feil av. »Tamilnadu var heimsins nalvi, og teir gomlu tamilarnir vóru heimsins bestu sjómenn«.
Onkursvegna ljóðaði hetta kent, og eg hugsaði við meg sjálvan, at hesa »plátuna« hevði eg hoyrt fyrr: »Føroyar eru heimsins nalvi, og føroyingar eru heimsins bestu sjómenn«.
Um tamilar lærdu víkingar at navigera, veit eg ikki. Men eitt er vist, føroyingar lærdu tamilar at byggja glastrevjabátar.
Langt um leingi komu vit út til fyrrverandi verksmiðjuna, har teir bygdu Kaldbaksbátar.
Við mær vóru Isaac Rajendran (fyrrverandi leiðari av fiskivinnuráðnum), Kaliyamurthy (fyrrverandi varaleiðari í fiskivinnuráðnum) og Muthuswamy, núverandi leiðari av Tamilnadu Fisheries Development Corporation, limited, í Chennai.
Uttan fyri verksmiðubygningin sótu tveir menn og drukku te. Tað vísti seg, at teir hildu vakt. Inni í garðinum lógu fleiri føroyskir bátar og nakrir formar at gera føroyskar bátar úr glastrevjum. Teir lógu hultur til bultur undir einum træ. Formarnir sóu út til at vera í rættuliga góðum standi.
Á tí eina húsinum, sum í sínari tíð var eitt slag av administrationsbygningi, var takið dottið niður. Tað sá ikki serliga innbjóðandi út, og eg helt ikki, at har kundi vera nakað áhugavert at hyggja at og gav tí ikki nógvan gætur. Men so rópti Isaac á meg og peikaði á veggin. Har var ein svørt granitpláta bygd inn í húsið. Okkurt var skrivað á plátunua, og eg fór yvir fyri at hyggja, hvat tað var. Til mítt stóra yvirraskilsi var navnið á fyrrverandi løgmanni, Atla P. Dam sála, høgt inn í granitplátuna. Føroyski løgmaðurin hevði verið her í samband við hátiðarhaldið, tá verkætlanin varð vígt.
Mr. Isaac, Hvussu kom tað í lag at framleiða føroyskar bátar her í India?
»Tað byrjaði, tá Dr. M. Sakthivel sum var fiskivinnu-umboðsmaður fyri India í EU, Brússel, sá tann føroyska bátin á einari ráðstevnu í Noregi. Hann helt, at báturin hevði egnað seg væl til fiskimenninar fram við indisku strondini. Føroyingar útfluttu longu tá bátarnar til Spania og Vesturafriskansku strondina. Dr. M. Sakthivel anbefallaði indisku stjórnini at brúka føroyska sniðið og setti seg í samband við Guttorm Djurhuus, sum eigur Marine Plast í Føroyum«.
»Fiskivinnudeildin vildi royna bátarnar og bað um nakrar royndar bátar. Trý snið av Kaldbaksbátunum vóru send til India, hvar fiskimenninir royndu teir. Teir fyritrektu bátin við motori«.
»Eitt virki varð sett á stovn, og ein maður fór til Føroya til tekniska upplæring«.
»Ein leiðari var settur, men tað vísti seg, at hann hevði ov nógvar aðrar interessur og var ikki rættuliga kommittaður. Hetta vistu vit ikki beinanvegin, men tað bleiv meir og meir klárt við tíðini. Serliga tá trupulleikarnir byrjaðu at stinga seg upp.
Guttorm Djurhus kravdi ymiskar facilitetir til arbeiðsfólkið, wc og líknandi - tú veit skandinavar hava hesi næstan sosialistisku idealir.
Hann kravdi eisini ein ávísan kvalitetsstandard. Skjótt kom tilfar inn, sum ikki lúkaði krøvini. Leiðarin gjørdi einki. Men Guttorm gav ordrar um, at eingin bátur mátti byggjast, um standardurin ikki var í ordan. Hann segði, at um bátar vóru bygdir við vánaligum tilfari, og ein ólukka hendi, so fóru fólk at siga, ah, tað er hatta virki langt væk úr Føroyum, sum hevur skylduna«.
Hetta var alt saman við til at økja um prísin«.
Tað vóru nógvir smátrupulleikar. Stjórnin bílegði 10 bátar. Vit bygdu teir innan 3 mánaðir. Men vit máttu bíða leingi eftir tilfarinum. Og tá tilfarið endiliga kom, var kvaliteturin út av lagi. Vit máttu senda tað aftur. Vit høvdu nógvar smátrupulleikar av hasum slagnum.
Og so vóru tað eisini figgjartrupulleikar. Bankin vildi bert veita lán, um kapitalur longu var í virkinum. So vit bóðu stjórnina um lán, men teir søgdu nei. So vit fingu onga fígging.«
Eg royndi at spyrja nærri um, hvat gekk galið. Men tað var ringt at fáa nakað beinleiðis svar. Eingin var serliga glaður fyri at práta um nakað negativt. Upp á ein máta minti hetta um at vera heima í Føroyum: Øll eru bangin fyri at siga ov nógv, og eingin vil elva til nakrar trupulleikar. Tað kann eg seta meg inn í. Men hinvegin, so var hendan verkætlanin so lítil, og tað snúði seg ikki um tann stóra kapitalin. Vit tosa um eina verkætlan, sum í indiskum høpi svaraði til ein mýggjabita á einum elefanti.
Aftan á hálvan annan tíma avgjørdi eg at skifta evni og ikki at tosa um nakað, sum kundi vera potentielt politiskt ella upp á nakran máta kontroversielt og spurdi, hvønn fyrimun teir føroysku bátarnir høvdu. Vóru tað nakrir tekniskir fyrimunir?
Men her fekk eg heldur einki svar. Ístaðin byrjaðu teir algoystir at tosa tamilskt millum sín.
Eg legði upp í og segði:
Ímynda tær, at eg eri ein indiskur fiskimaður og kann velja ímillum ein traditionellan katamaranbát ella ein føroyskan glastrevju bát. Hvønn vildi eg valt?
Isaac segði: Tað kemur ann upp á status.
So lupu Kaliyamurthy og Muthuswamy inn í kjakið og brutu Isaac av. Og í einum blandingi av tamilskum og enskum og partvíst við meg, partvíst sínamillum, fór kjakið heilt út av sporinum.
So segið Isaac.
»Sjálvt um fiskimenninir fáa ein nýggjan bát, so vilja teir ofta halda á fram við at fiska, har teir eru vanir at fiska og brúka somu net, sum teir altíð hava brúkt. Tað einasta sum hevur broytt seg er, at teir hava fingið ein nýggjan og annarleiðis bát. Teir fiska ikki neyvendugvís meira og tjena tí tað sama. Um teir mugu taka eitt bankalán fyri at keypa føroyska bátin, so vilja teir heldur brúka katamaranin. Men um tað almenna gevur teimum stuðul, so føroyski báturin kostar tað sama sum katamaranurin, so vildu teir heldur brúkt føryska bátin.«
Hví vildu teir heldur valt ein føroyskan bát? spurdi eg.
Kaliyamurthy svaraði:
"Føroyski báturin var høgligari at arbeiða við. Fiskimennirnir kundu vera turrir í bátinum. »Á katamaraninum blivu teir vátir«.
»Tað var eisini lættari at fáa hann út av strondini. Katamaranurin kravdi minst eini 4-5 fólk til at skumpa hann út.«
Muthuswamy legði afturat:
Við katamaraninum máttu teir byrja klokkan hálvgum fimm. Við føroyska bátinum kundu teir byrja klokkan sjey. Og tá dagurin var komin at enda, høvdu teir fiskað líka so leingi sum hinir við katamaraninum.
Tað var farið at skíma, og tíð var at fara heim til hotellið aftur.
Tað var løgið at koma allan vegin til India, ganga inn í ein bakgarð og so detta fram á fleiri føroyskar Kalbaksbátar undir einum træ. Føldi meg sum ein ærkæolog, ið hevði funnið eitt víkingaskip, sum enn var í góðum standi. Spurningarnir boblaðu upp. Men tað var ringt at fáa nakað beinleiðis svar upp á, hvat var gingið galið.
Vantandi fígging og ein vánaligur leiðari, sum ikki rættuliga var kommittaður til verkætlanina var allarhelst orsøkin til, at alt steðgaði upp. Tað eru uttan iva fleiri søgur at siga um Kaldbaksbátarnar í India. Hvussu er og ikki, so liggja teir føroysku bátarnir enn við Suðurindisku strondina. Væl vardir av einum stórum træ og tveimum tedrekkandi vaktarmonnum.