Rox í Rex og Jens Marni í Péche

So bjóðar barrin í Saltangará aftur til livandi tónleik, og hesaferð verður tað við Jens Marna Hansen. Eisini bjóðar Rex í Havn til livandi tónleik frá bólkinum Rox.

 

Livandi tónleikur er vorðin ein partur av vikuskiftunum í Péche í Saltangará, eins og nógva aðrastaðni í landinum, og hetta vikuskiftið verður ikki øðrvísi.

 

Vælumtókti trubadururin Jens Marni Hansen vitjar í Péche í annaðkvøld, og spælir hann livandi tónleik frá kl. 23.00.

 

Úr Péche verður sagt, at “happy hour” verður frá 23.00 – 01.00, og at tey vænta sær eitt gott og lívligt kvøld við Jens Marna á odda.

 

Í Rex í Havn verður eisini livandi tónleikur, og verður tað við bólkinum Rox. Rox spælir lættan dansitónleik, og í bólkinum eru Signar í Homrum, sang, John Johansen, bass, Høgni Fagraberg, guitar og James Olsen, trummur.