Føroyski tónleikabólkurin Rox hevur fingið tveir nýggjar limir.
Henning Hjalt Nicodemussen, trummuspælari, og Johan Ziskason, gittarleikari, eru farnir úr bólkinum, og í staðin fyri teir eru komnir James Olsen á trummum og Høgni Fagraberg á gittar.
Báðir hesir nýggju limirnir eru gamlir í garði hvat tónleiki viðvíkur.
Høgna kenna vit sum gittarleikara í bólkinum Páll Finnur Páll, og James kenna vit frá bólkum so sum Showmenn osfr.
Teir báðir hava eisini spælt saman í øðrum samanhangum, til dømis bólkinum Páll Finnur Páll og bólkinum Blitz, ið sangarin Jóannes Lamhauge var oddamaður fyri.
Rox er ein bólkur ið spreiðir gleði og gott undirhald frá sær, og er hann serstakliga kendur fyri sítt lívliga programm.
Signar í Homrum, ið er forsangari í bólkinum Rox, er glaður fyri nýggju limirnar og sigur, at teir framhaldandi fara at rokka fyri øllum føroyingum.
Rox fer at framføra í VB Húsinum í Vági komandi leygarkvøld, og vit lova, at suðuroyingar ikki verða skuffaðir av okkara framførslu, sigur Signar í Homrum.