Í gjár kom nýggjasta skipið hjá Royal Greenland, trolarin Kaassassuk, til Nuuk.
Skipið er bygt í Bilbao í Spania, og tað verður alment navngivið einaferð í september.
Tað sigur Royal Greenland í tíðindaskrivi, og tað er eisini reiðaríið, sum eigur viðheftu mynd.
Sagt verður, at skipið er útgjørd við nýggjastu útgerð, og eitt nú hevur Kaassassuk tólmenni, sum sjálvvirkandi setir vøru, sum er liðugt pakkað, á plattarnar.
Hetta er fimti nýggi trolarin, sum Royal Greenland hevur latið byggja síðan 2019.
Royal Greenland vísir á, at tøknin við tólmenni til lidnu vøruna fer at gera arbeiðið meira effektivt og minkar um tung lyft.
Endamálið við tólmenninum er eisini at tryggja høga vørugóðsku og góð arbeiðsviðurskifti.
Rakstrarleiðarin fyri trolaradeildina hjá hjá Royal Greenland, Johan Berthelsen, sigur, at nýggi trolarin er ein íløga í framtíðina.
- Skipið er teknað til at tryggja høga góðsku í framleiðsluni og vøruni og góð viðurskifti til manningina, leggur rakstrarleiðarin aftrat.
Meira um nýggja trolaran hjá Royal Greenland kann lesast á www.sermitsiaq.ag