Royalur dagur í Kurlu

Dagstovnurin Kurla helt stóra brúdleypsdagin við manér. Onkur av børnunum høvdu latið seg í. Og matskráin hendan dagin var heilt annaðleiðis enn vanligt
Tey smærru børnini skuldu út at grilla, og tey størri fingu mat frá Burger King.
? Hetta er jú eitt ævintýr fyri børnini, sigur leiðarin Durita Dam.
Starvsfólkini hava fyrireikað hendan dagin væl, og børnini hava eisini tikið lut í fyrireikingunum. Tey hava teknað fløgg. Bæði tað danska, føroyska, grønlendska og tað avstralska. Eisini fingu tey prinsessu og kongakøku hendan dagin.
Durita heldur fyri, at tað so sanniliga ikki er á hvørjum degi, at tann komandi kongurin í ríkinum verður giftur, so tað er so líka til at gera burturúr.