Roykilógin eitt bakkast fyri Norrønu

Verður Roykilógin hjá Landsstýrinum samtykt, sum hon nú er orðað, verður tað eitt bakkast fyri Norrønu, sigur Smyril Line

Roykilógin, sum Landsstýrið hevur lagt fyri Løgtingið, er kappingaravlagandi.

Tað heldur Smyril Line.

Smyril Line sigur, at sum lógin nú er orðað, fer hon at geva kappingarneytunum hjá Smyril Line ein fyrimun og tí verður hon eitt bakkast fyri flaggskipið í føroyskari ferðavinnu.

Jákup Sverri Kass á Smyril Line dylir ikki fyri, at Norrøna hevur inntøku av at selja tubbak og at lýsa við tubbakki í tollfríu faldaranum.

Men eftir nýggju roykilógini verður ikki loyvt at lýsa við tubbakki og tað verður heldur ikki loyvt at selja í sjálvtøkuhandlum.

Heldur ikki kunnu tubbaksvørur liggja sjónligar frammi, men skulu fjalast.

Men í hesum føri eru flogferðslan undantikin, tí umborð á flogførum ber partvís til at lýsa við tubbakki, men ongi undantøk er fyri sjóvegis ferðamannaflutning.

Smyril Line ger nú vart við, at eftir teirra tykki ger hetta roykilógina ógvuliga kappingaravlagandi.

- Vit eru í harðari kapping við onnur reiðarí, sum hava betri sømdir enn vit og tað er eitt bakkast, sigur Jákup Sverri Kass.

- Verður hetta sett í verk, fáa vit hvørki selt ella lýst við tubbaksvørum umborð Norrønu og tað er eitt bakkast.

Hann sigur, at umframt at sigla til og úr Føroyum, siglur Norrøna eisini ímillum Noreg og Danmark og har eru tey í harðari kapping, men hetta kann gera støðu teirra nógv veikari.

Hann metir heldur ikki, at hetta er í samsvari við ætlanina um at eggja fleiri skipum at koma upp í føroysku altjóða skipaskrásetingina.

Annars ger Jákup Sverri Kass vart við, at Smyril Line tekur undir við andanum í lógaruppskotinum um at tryggja almenninginum roykfrítt umhvørvi.