Alsamt fleiri og fleiri sløkkja sigarettina.
Tað staðfesta tey turru tølini yvir, hvussu nógv verður innflutt til Føroya av sigarettum, tubbakki og tubbaksvørum annars.
Tølini vísa, at hesi seinastu 10 árini er er innflutningurin av sigarettum, tubbakki og tubbakksvørum annars, fallin meiri ein heilan triðing.
Sostatt kann staðfestast, at tey átøk, sum hava verið ímóti royking seinastu árini, hava borið frukt.
Tey átøkini hava verið ein samanblandingur av upplýsingum, forboðum og príshækkingum og alt tað hevur ført við sær, at føroyingar eru farnir at leggja av í stórum tali.
Sigarettir niður í helvt
Hagtølini vísa, at serliga er tað innflutningurin av sigarettum, sum er fallin nógv.
Í 2003 innfluttu vit 70.382,7 tons av sigarettum men í fjør var innlutningurin fallin næstan niður í helvt, ella niður í 38.872,0 tons.
Men í takt við, at innflutningurin av sigarettum er minkaður nógv, er nøgdin av tubbakki at balla við, vaksin eitt sindur, so at tilsamans er innflutningurin av sigarettum, tubbakki og tubbaksvørum, fallin tilsamans 35,3 prosent hesi seinastu 10 árini.
Kortini skal leggjast afturat, at Høgni Hansen, stjóri í Poul Hansen, Heilsøluni, vísir á, at um ársskiftið 2011-2012, hækkaðu útlendsku leverandørarnir prísin sigarettirnar rættiliga fitt og tað kann hava ført til, at innflutningurin hækkaði serliga nógv síðst í 2011 fyri at sleppa undan príshækkingunum.
Tað kundi so sæst aftur í tí, at innflutningurin minkaði serliga nógv í 2012.
Men her kann skoytast upp í, at innflutningurin frá 2010-2011 minkaði eisini góð 1000 tons, so tað broytir ikki gongdina og niðurstøðuna um, at royking er í stórari minking í Føroyum.
Nógv dýrari
Eitt, sum hevur havt sína stóru ávirkan á innflutningin av tubbakki, er, at hesi seinastu árini er tað dýrkað rættiliga nógv.
Hagtølini vísa, at samstundis sum at innflutningurin er tubbakki er minkaður meiri enn ein triðing í nøgd, er hann vaksin næstan 17 prosent í virði.
Í 2003 kostaði tubbakkið, vit innfluttu hetta árið, 18.676.258,3 milliónir krónur. Men nøgdin, vit innflutti í fjør, og sum var 35,3 prosent minni, kostaði 21.818.016,3 milliónir, ella 3.141.758,0 milliónir meiri.
Tað er ein vøkstur á 16,8 prosent.
35,3%
Hendan talvan vísir gongdina í innflutninginum av sigarettum, tubbakki og tubbaksvørum hesi seinastu 10 árini, frá 2003 til 2012.
Sum tað sæst, er innflutningurin minkaður heili 35,3 prosent hesi seinastu 10 árini.
Longu frá 2004 til 2005 minkaði innflutningurin rættiliga nógv, men síðani stóð hann í stað í nøkur ár, og kanska hevði enntá hug at veksa, áðrenn hann av álvara aftur tók til at minka í 2009.
Ár – Tons - Vísital
2003:95.889,5 tons, ella 100%
2004: 94.529,1 tons, ella 98,6%
2005: 80.304,2 tons, ella 83,7%
2006: 82.668,6 Tons, ella 86,2 %
2007: 83.822,0 tons, ella 87,4%
2008: 80.179,0 tons, ella 83,6%
2009: 65.513,2 tons, ella 68,3%
2010: 69.400,9 tons ella 72,4%
2011: 68.394,3 tons, ella 71,3%
2012: 62.087,1 tons, ella 64,7%
LES EISINI GREININA:Taktikkurin ímóti royking eydnaðist
LES EISINI GREININA: Ógvuliga gleðilig tíðindi um royking