Roykur og eingin grind

Áhoyrararnir, sum tóku orðið á økismenningarfundinum á Sandi mikukvøldið, hildu seg hava fingið lítið burturúr

 

Økismenning

Tað varð nógv tosað, men lítið sagt um tað, alt snúði seg um, økismenning í Sandoynni, hildu fundarluttakararnir, sum tóku orðið. Men politikkararnir við pallborðið hildu allir, at fundurin hevði givið teimum íblástur.

Við pallborðið sótu Eyðun Viderø fyri Fólkaflokkin, Edmund Joensen fyri Sambandsflokkin, Jóannes Eidesgaard fyri Javnaðarflokkin, Sámal Petur í Grund fyri Sjálvsstýrisflokkin, Páll á Reynatúgvu fyri Tjóðveldisflokkin og Álvur Kirke fyri Miðflokkin. Frá Granskingardeplinum fyri økismenning luttóku Ólavur Waag Høgnesen og Bjarni Mortensen, meðan Hilmar Jan Hansen, útvarpsmaður var orðstýrari.

Í hálvanfjórða tíma, við undantak av einum stuttum steðgi, tosaðu umboð fyri politisku flokkarnar um politikk á pallborðsfundi, sum Sandoyar Sýslu Vinnuráð skipaði fyri á Sandi mikukvøldið. Evnið var økismenning í Sandoynni. Men fundarfólkið fekk ikki nógv burturúr, um farast skal eftir viðmerkingunum, sum komu frá teimum fáu, sum tóku orðið, beint áðrenn fundurin endaði.

Tosað varð um fiskiloyvi, mjólk, tunnlar og blokkstuðul. Eitt spurnarpanel frá Granskingardeplinum fyri økismenning í Klaksvík setti politikkarunum spurningar, sum teir so svaraður upp á, samstundis sum teir høvdu viðmerkingar til svarini hjá hvørjum øðrum.

Til allarseinast slapp fundarfólkið at seta pallborðsluttakarunum nakrar spurningar.

Sandoyingar, sum møttir vóru til fundin, mettu seg yvirhøvur at hava fingið lítið nýtt at vita. Og sum ein fundarluttakari, sum hevði orðið, tók til.

-Um tit ikki hava annað meira viðkomandi fyri Sandoynna at siga ogum, skulu tit ikki koma suðuraftur at fortelja ogum tað sama, sum vit dagliga hoyra í Sjónvarpinum. So kontant var tað.

Hann fýlist á, at fyrireikararnir hava loyvt hesum monnunum at sita í einum slíkum einkisigandi forum sum í kvøld.

-Vit vita, hvat vit skulu hava her, og tað kunnu vit siga tykkum. Vit skulu hava krónur og oyru at seta okkara hugskot í verk fyri. Bankarnir vilja ikki hava nakað her, tí vansin fyri tapi er minni í Havn. Tað er lættari at selja eitt virki, sum er farið á heysin, avstað aftur í Havn.

Ein av fundarluttakarunum helt, at hóast fundurin skuldi vera um, hvussu best kundi hjálpast upp á trivnaðin í útjaðarøkinum, hevði hann sjálvdan kent Sandoynni sum størri útjaðaraøki enn júst í kvøld.

Hann mintist aftur á tíðina, tá skipsmenninir plagdu at koma aftur við leigaðum bátum ymsastaðni frá, alt eftir, hvaðani skipini, teir vóru við, vóru.

-Og hesi vísmenninir hava gjørt júst sum í sekstiárunum, segði hann. Teir hava leigað bát av aftur oynni, tí teir vilja sleppa heimaftur.

Hann helt tað vera fantastiskt at hava brúkt 400 milliónir til samferðslu til eitt útjaðaraøki, sum famvegis stendur so aftarlaga, at tað skal vera neyðugt at leiga eitt tíggjumannafar úr Skopun á Gomlurætt, so teir, sum hava verið við til at brúkt allar hesar pengarnar, skuldu sleppa heimaftur.