Roykur í tveimum tunlum í gjár

Løgreglan fekk tvær ferðir í gjár fráboðan um, at roykur var í tunlum í landinum. Fyrru ferð var klokkan 10.30, tá ið fólk ringdu til løgregluna fyri at boða frá, at roykur var í Kollafjarðartunlinum.



Seinnu ferð var um klokkan 17.00 í gjár, tá ið fólk ringdu til løgregluna fyri at boða frá royki í Hovstunlinum.





Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at slíkt kemur fyri, tá ið eingin vindur er og roykur frá bilum harvið verður hangandi í tunlunum. Løgreglan ringir í slíkum førum eftir Landsverki. Tað var eisini gjørt í gjár og Landsverk tendraði síðani útluftingina í tunlunum báðum.