Royna aftur at selja atgongumerki á bygd

Atgongumerki til tríggjar av nýggju sýningunum av Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum, verða kortini seld uttan fyri høvuðsstaðin.

 

Í gjárkvøldið boðaði Havnar Sjónleikarafelag frá, at 10 nýggju sýningar fóru at vera gjørdar av væl umtókta barnaleikinum, og atgongumerkjasølan byrjar í morgin, týsdagin, klokkan 9. Sýningarnar hesa ferð vera týsdagin 5. januar, mikudagin 6. januar, fríggjadagin 8. januar, leygardagin 9. januar og sunnudagin 10. januar og so aftur týsdagin 12. januar, mikudagin 13. januar, fríggjadagin 15. januar, leygardagin 16. januar og sunnudagin 17. januar.

 

Atgongumerki til fýra av hesum sýningunum verða tó send út úr høvuðsstaðnum. Atgongumerki til sýningina 10. januar vera at fáa á kunningarstovuni á Sandi frá mánadegnum 7. desembur klokkan 9.

Atgongumerki til sýningina mikudagin 13. januar vera at fáa í kunningarstovuni í Sørvági frá mánadegnum 30. novembur klokkan 9.

Atgongumerki til sýningina fríggjadagin 15. januar vera at fáa á kunningarstovuni í Runavík frá hósdegnum 26. novembur klokkan 9.

Atgongumerki til sýningina leygardagin 16. januar vera at fáa á kunningarstovuni í Vági frá mánadegnum 30. novembur klokkan 9.