- Eg havi trupult við at taka hatta tilmæli seriøst. Tað luktar langt vekk frá av politikki. Eg vóni, at landspolitikkararnir verða meira seriøsir enn hvat handan nevndin er.
Tað sigur Sjúrður Olsen, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu um tilmæli frá Býarskipanarnevndini undir Umhvørvisstovuni, har mælt verður landsstýrinum til at steðga útbyggingini av Tórshavnar havn.
- Kensla man situr við nú er, at fólk royna at kappa beinini undan Havnini. Eg vóni bara, at skil og vit ræður hjá landspolitikarunum, tí hetta handlar ikki bara um Havnina, men alt Føroyar, sigur Sjúrður Olsen, og slær fast, at kommunan fer sjálvsagt at gera viðmerkingar til málið.
Formaðurin metir lítið um niðurstøðuna hjá nevndini, og vísir á, at tað eru gjørdar umfatandi kanningar av málinum, ið hava staðfest hvat skal gerast fyri at varðveita umhvørvið við Skansan.
- Einki mál í Føroyum hevur verið kannað so væl sum hetta málið. Vit hava fingið ferðslukanningar frá Rambøll við fleiri ferðslumodulum og eina rættiliga dýra VVM kanning fyri alt umhvørvið, har hugt varð eftir kloakk, ljóð, royki o.s.fr. Har var alt í ordan.
Nevndin vísir eisini á, at ein nýggj havn fer at føra til økta ferðslu í Jónas Broncks gøtu. Tað er eitt sjónarmið, ið Sjúrður Olsen slett ikki skilur.
- Tað eru tólv ár síðani, at vit stongdu fyri allari tungari ferðslu niðan í býin. Har hevur ongin tungur lastbilur koyrt í tólv ár.
- Síðani stúra tey eisini fyri øktari ferðslu í samband við at havnin skal vera ein stór havn í Norðuratlantshavinum. Har verður eingin økt ferðsla í býnum, bara tí eitt skip kemur inn við fiski til eina goymslu, ið eitt annað skip kemur eftir. Tað gevur ikki ein eyka bil í ferðsluni.
Nógv rok hevur staðist síðstu vikurnar yvir, at kommunupolitikarar í Havnin føla seg tiknar av ræði, nú gongd er sett á at gera Eysturoyartunnilin, uttan at spyrja havnarfólk um hvar hann skal koma upp Streymoyarmegin. Sjúður Olsen er eisini skjótur at peika á dupultmoralin.
- So ger man ein Eysturoyartunnil uttan nakað sum helst loyvi, beint yvir heysin á fólki í Hvítanesi. Vit vita, at tann vegurin førir øgiliga nógva ferðslu oman í býin. Tað ger man uttan at kommunurnar ella nakar annar verður eftirspurdur, sigur býráðslimurin at enda.