Framtakið, sum er ein felagsskapur, sum virkar fyri rættinum hjá fólki at velja kannabis bæði til heilivág og til hugna, heitir á fólk, sum stuðla teimum, um at skriva til politikkararnar, og greiða teimum frá, hví tey halda, at kannabis skal vera loyvt.
Tað er í samband við uppskotið frá Miðflokkinum um at Løgtingið skal seta somu royndarskipan við medisinskum kannabis í gildi sum Fólkatingið hevur sett í gildi í Danmark, at Framtakið nú ger vart við seg.
- Um vit ikki taka av hesum møguleikanum, at ávirka tey fólkavaldu til at gera “tað sum er rætt og sømiligt”, ja so vita vit ikki nær vit aftur fáa hendan møguleikan.
Framtakið sigur, at orðaskiftið undir fyrstu viðgerð var sum heild jaligt, tó við einum undantakið.
- Tjóðveldinum. Tað var heilt týðiligt at tingfólkini hjá hesum flokkið vóru rikin í rætt, og við Ingolf Sólheim Olsen á odda, høvdu øll somu neiligu støðu sum landstýriskvinnan í heilsumálum Siri Stenberg hevði, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivi.
Undir fyrstu viðgerð av málinum samlaði felagsskapurin undirskriftir saman fyri at fáa møguleikan at stilla upp sum politiskur flokkur, um tørvur skuldi verið á tí.