Royna eftir rækjum og keypa nýggjar trolarar til fiskarí undir Føroyum

Reiðarin hjá Havborg tekur undir við at veiðirættindini hjá rækjuflotanum áttu at verið betri - samstundis investerar hann 55-60 milliónir í tveir nýggjar trolarar sum verða leveraðir í juni.

Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com

[FISKIVINNA]

Rækjuskipið hjá leirvíkingum, Havborg, er til fiskiskap við Svalbard har tað gongst hampiliga væl sambært reiðarínum. Samstundis verður roknað við at teir báðir nýggju trolararnir sum reiðaríið byggir í Íslandi, verða leveraðir í juni.

»Havborg fór til fiskarí fyri umleið trimum vikum síðani og tað hevur higartil gingið hampiligt,« segði Tummas Justinussen, reiðari. Nær teir fjúrtan menninir kunnu rokna við at sleppa heim aftur hevði hann tó einki boð uppá. Hinvegin læt hann skína ígjøgnum at hann tekur undir við nógvum av tí sum rækjuvinnan hevur ført fram í seinastuni viðvíkjandi støðuni í rækjuvinnuni og mistum veiðirættindum.

»Nú er Havborg okkara fyrsta roynd í rækjuvinnuni so vit kunnu ikki tala so nógv vegna hesa vinnuna,« segði Tummas Justinussen. »Men eg kann væl fylgja hugsanini um at rækjuflotin er burturúr ringast fyri í okkara fiskiflota hvat veiðirættindum viðvíkur - uttan mun til hvør ið eigur skuldina av at so er. Hvussu er og ikki, tað er ringt at skylda upp á onnur enn okkum sjálv fyri støðuna sum er íkomin; hetta sjálvsagt í kombinatión við teir vánaligu prísirnar á rækjum.«

»Tak til dømis Grønland, bæði á eystur- og vestursíðuni? Tað er føroyingar ið grundløgdu og bygdu upp rækjuvinnuna har - og har eru framvegis nakrar av teimum bestu fiskileiðunum sum vit hava mist øll rættindi til. Hetta má onkursvegna kunna fáast í rættlag aftur.«

Tummas Justinussen rekur saman við pápa sínum Osmundi Justinussen og øðrum reiðaríini Havborg, Sæborg og Polarstjørnan. Umframt rækjuskipið Havborg umfatar virksemið trý fiskiskip ið royna undir Føroyum.

Um góðar tveir mánað koma so tveir nýggir trolarar, Stjørnan og Polarhav, sum eru bygdir í Íslandi; teir lasta 100 tons hvør og kosta góðar 55-60 milliónir tilsamans. Í vár 2003 seldu leirvíkingarnir Polarhav og Stjørnuna til Sørvágs við loyvum, og keyptu ístaðin Akraborg og Varðborg við loyvum; hesir vórðu tó lagdir umframt trolarin Brilliant, og tey trý veiðiloyvini verða so umsett til teir báðar nýggju trolararnar.


Mynd [havborg.jpg]:
Rækjutrolarin Havborg roynir í løtuni við Svalbard.
Foto: Maria Olsen / PRnewsMedia.com